B36-venjarin er givin

Milan Cimburovic boðaði í gjárkvøldið B36-leikarunum frá, at hann gevst sum venjari hjá Vodafone-liðnum. Serbiski venjarin hevur havt úr at gera seinastu tíðina, og tað hevur ávirkað familjulívið.

 

- Eg havi takkað øllum leikarunum fyri frálíkt samstarv. Eg fái ikki tíð at venja ungdómsdeildina og besta mansliðið, og nú havi eg valt hesa loysnina í samráð við nevndina. B36 er eitt stórt felag, og her er úr at gera, sigur Milan Cimburovic, sum heldur fram í starvinum sum høvuðsvenjari hjá ungdómsdeildini.

 

Nevndin leitar í løtuni eftir avloysara fyri Milan Cimburovic, sum skal hjálpa Mikkjali Thomassen.