B36 er av álvara við í kappingini um fremsta plássið og harvið FM heitið. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur B36 spælt ímóti øðrum liðum, sum kappast um europeisku atgongumerkini og FM heitið. Úrtøkan var tveir javnleikir og ein sigur – 1-1 ímóti NSÍ, 0-0 ímóti HB og 2-1 ímóti Víkingi á ólavsøku.
Nú bíða tvey av liðunum, sum eru aftari á støðutalvuni. Í dag fær B36 vitjan av EB/Streymi, og leygardagin fær B36 vitjan av TB.
Fyri fimm mánaðum síðani fór B36 av Mølini við 2-1 sigri. Ta ferðina skoraði Brian Jakobsen bæði B36 málini. Síðani hava teir skift nógv út í B36 álopinum. Lukasz Cieslewicz hevur onkra ferðina verið fremsti maður, Michal Przybylski hevur verið fremsti maður, og Stefan Radosavljevic hevur eisini verið fremsti maður.
Skaðalistin í B36 hevur verið langur, men nú er hann farin at styttast. Hannes Agnarsson og Erlendur Magnusson eru framvegis langtíðarskaddir. Í málleysa javnleikinum ímóti HB noyddist miðverjin Andrias H. Eriksen skaddur av vøllinum. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag.
18. apríl vann EB/Streymur á Skála. Síðani er tað ikki eydnast teimum í Sundalagnum at vinna fulla úrtøku, og nú er tað bara eitt stig frá EB/Streymi og aftur til níggjunda plássið, sum AB er á.
-Talvan sigur, hvussu støðan er, og tað er neyðugt hjá okkum at fáa stig og vinna sigrar. Hugburðurin er góður, vit arbeiða fyri søkini, og málið er fyrst og fremst at sleppa undan at flyta niður, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.
Hvørki Ragnar Samuelsen ella Sveinur Lava Olsen eru við ímóti B36. Teir eru leigaðir úr árstalsfelagnum og tað er partur av avtaluni, at teir ikki skulu spæla ímóti B36. Sveinur Lava Olsen er framvegis skaddur.
Magnus Jarnskor er framvegis leikbannaður.