Lagið er ógvuliga gott í B36 húsinum og millum viðhaldsfólkini hjá árstalsfelagnum, og lagið er ikki gott í HB húsinum og millum viðhaldsfólkini hjá sigursvanda steypafelagnum.
Í innanhýsis steypadystinum millum havnarfeløgini í Gundadali í dag kom bara eitt mál. Tað skoraði B36 stutt eftir steðgin. Málskjútti var liðformaðurin Klæmint Matras.
HB er felagið við stoltu steypatraditiónunum, men HB hevur ikki vunnið steypakappingina síðani 2004, og nú er greitt, at steypið heldur ikki í ár endar í HB húsinum.
B36 er nú omaná í høvuðsstaðnum í steypakappingini. Í 2006 vann B36 løgmanssteypið til ognar, og í dag hevur árstalsfelagið við 1-0 sigri á grannunum syrgt fyri, at møguleikin at vinna steypið í ár er varðveittur, hóast avbjóðingin var stór.