Lagt var upp til spennandi dyst í Gøtu sunnukvøldið. B36 skuldi reisa seg eftir tapið í Klaksvík, og GÍ skuldu royna at halda fast við góða spælið, teir sýndu í Gundadali ímóti HB.
Dysturin var eisini javnur, við málmøgleikum til bæði liðini, men tað var havnarliðið, ið streyk avstað við øllum trimum stigunum. Dysturin endaði 1-0 til B36, eftir ein málleysan fyrra hálvleik.
Gøtukvinnur 10 ímóti 11
Dysturin fekk eina dramatiska byrjan, tí longu eftir fáar minuttir, fekk heimaliðið ein leikara vístan av vøllinum. Talan var um beinleiðis reytt kort, eftir at ein GÍ-leikari hevndi seg inná B36-leikara.
Hóast gøtukvinnur vóru stóran part av dystinum ein leikari færri enn gestirnir, so megnaði B36 ikki at gera sær dælt av støðuni. Bæði liðini stríddust væl, og spældu seg fram til fleiri málmøguleikar. Úr Gøtu verður sagt, at GÍ-málverjin, Anna Kristina Joensen, stóð ein rættiliga góða dyst.
Fyrri hálvleikur endaði málleysur, hóast bæði liðini, við eitt sindur hepni, kundu fingið okkurt málið. Stutt inn í seinna hálvleik bragdaði hjá B36-kvinnunum. Eftir eina sending frá Mariu Vang, eydnaðist Anju Weihe at fáa bóltin framvið Onnu Kristinu í GÍ?málinum, og so stóð 1-0 til B36
Eftir málið leikaði javnt á, og málmøguleikar vóru framvegis báðar vegir. B36 megnaði tó at halda fast um leiðsluna, og harvið eisini trý kærkomin stig.
B36 aftur á øðrum plássi
Við sigrinum í Gøtu, fóru B36 frammum gøtukvinnur, og liggja nú fýra stiga aftanfyri Kí í stríðnum um FM-heiti. Í kvøld fáa B36-kvinnurnar vitjan av Skála í Gundadali, og tá fáa tær møguleika at minka um frástøðuna til KÍ, um oddaliðið skuldi snáva í sínum dysti ímóti HB.
Fyri GÍ hevði ósigurin við sær, at liðið framvegis hevur fýra stig, og liggur ájavnt við HB og B68 á einum triðja plássi
Dysturin í tølum:
GÍ-B36 0-1 (0-0)
0-1 Anja Weihe