B36 vann stig frá Skála

1. DEILD: Villiam Klein var trífaldur málskjútti hjá B36, sum síðsta lítla hálva tíman var undirmannað

Tað gongur ikki altíð akkurát soleiðis á útivølli hjá Skála, sum er topplið og stórfavorittur at endurvinna plássið í bestu deildini, sum skálamenn mistu í fjør. Mikukvøldið í síðstu viku tapti Skála fyri fyrstu ferð í ár. Tað var í Runavík, har heimaliðið vann 2-1, og Skála misti fyrstu stigini í ár.

 

Fyri einari viku síðani vignaðist tað væl, tá ið Skála á Tórsvølli vann 5-2 ímóti teimum næstbestu hjá HB.

 

Í dag var Skála aftur á Tórsvølli. Nú var næstbesta liðið hjá B36 vertur, og úrslitið var 3-3. Hálvleiksstøðan var 3-2. Úrslitið var eitt sindur óvæntað, tí undan hesum dystinum var Skála topplið við 27 stigum fyri 10 dystir, og B36 var á áttanda plássi við 11 stigum fyri 11 dystir.

 

Skála vann fleiri góðar málmøguleikar, men B36 var á odda 3-2 í hálvleikinum og inntil tað restaðu fýra minuttir, tá ið Skála javnaði til 3-3. Dómarin legði fýra minuttir aftrat, men B36, sum var undirmannað í næstan ein hálvan tíma helt tørn í tíðini, tá ið Skála spældi seg til fleiri spentar støður.

 

Stóri maðurin hjá heimaliðnum var Villiam Emil Klein, sum skoraði hattrikk. Hann setti hol á í 8. minutti, men Skála svaraði skjótt aftur. Í næsta minutti javnaði Martin Johansen, og tveir minuttir seinni var tað Aksel B. Danielsen, sum legði Skála á odda. Í báðum førum átti Andreas Egeberg Jacobsen uppleggið.

 

Bárður Olsen var á B36 miðvøllinum inntil tveir minuttir eftir steðgin. Hann átti uppleggið, tá ið Villiam Emil Klein í 27. minutti javnaði til 2-2, og tíggju minuttir seinni var Villiam Emil Klein aftur upp á spæl, tá ið hann legði B36 á odda 3-2.

 

20 minuttir undan leikloki sá innskifti Sámal Jákup Jóhannusarson fyri aðru ferð, og so var heimaliðið undirmannað.

 

Tað eydnaðist Skála at javna, tá ið fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Málskjútti var Aksel B. Danielsen, og uppleggið átti innskifti Djóni Petersen. Í longu løtuni, sum dómarin legði aftrat, hevði Djóni Petersen tveir møguleikar at skora sigursmálið, men tað endaði 3-3.

 

Skála er topplið við 28 stigum, og B36 er á sjeynda plássi við 12 stigum.