Grannauppgerð var í Gundadali í gjár, tá ið B36 tók ímóti grannunum úr HB. B36 kom væl frá summarsteðginum eftir sigur á Sandi, meðan HB hevði nakað at prógva, eftir at teir bara fingu javnleik heima ímóti Víkingi mikukvøldið.
Bæði liðini vóru nakað skerd til dystin. HB var uttan Fróða Benjaminsen og Kára Nielsen, meðan B36 var Súna Olsen og Herbert í Lon Jacobsen fyri uttan.
Høg leikferð
Tað regnaði illa í Gundadali í gjár, og hetta gjørdi, at bólturin ferðaðist sera skjótt á graslíkinum. HB kom betur frá byrjan, og royndi seg við nøkrum uppspølum í høgru síðu, sum tó ikki kastaðu nakað serligt av sær.
B36 vann seg spakuliga inn aftur í dystin, og gjørdi seg skjótt til spælstýrandi liðið. Uttan at nakar stórvegis málmøguleiki hevði verið, fekk B36 tillutað brotsspark í 26. minutti, tá ið dómarin metti, at Vagnur Mohr Mortensen hevði havt hondina á bóltinum. Hetta brotssparkið setti liðskiparin, Klæmint Matras, í netið, og so var B36 á odda 1-0.
B36 vildi hava meir. Stutt eftir málið var enski Sam Malsom í tveimum atløgum tætt við at økja, men í mál fór bólturin ikki.
B36 fekk tó eitt mál afturat áðrenn hálvleikssteðgin. HB-verjan var heldur afturhaldandi, tá ið Hanus Thorleifsson slapp at renna fríur í høgru síðu. Hann rak ímóti málinum, ivaðist eitt sindur, men skeyt síðan bóltin í mál til 2-0.
2-0 til B36 var eisini hálvleiksstøðan, og sæð yvir fyrra hálvleik, so var tað eisini B36, sum hevði mesta spælið og flestu málmøguleikarnar.
Nógvir málmøguleikar
Seinni hálvleikur var áhugaverdur at síggja frá áskoðaraplássunum. Dysturin lat upp fyri øllum, og málmøguleikarnir vóru nógvir. Seinni hálvleikur byrjaði við einum langskoti frá Páll M. Joensen hjá HB, og løtu seinni var tað í hinum endanum, at ‘nýggi’ B36-arin, Jákup á Borg, royndi seg.
Eina løtu í seinna hálvleiki fekk HB nógv pláss, og teir høvdu nógv spæl. Tað var eisini um reppið, at Milan Kuljic minkaði um munin, tá ið hann eftir gott uppspæl slapp at standa púra leysur í brotsteiginum. Meinhard Joensen í B36-málinum bjargaði tó meistarliga.
HB-spælið fánaði tó burt, og B36 slapp aftur at stýra dystinum. Teir vóru nakað bólttryggari enn HB, og hildu bóltin leingi ímillum sínar egnu. Málmøguleikar manglaðu ikki, men hin størsta mundi Sam Malsom eiga, tá ið hann í 79. minutti slapp púra leysur. Skotið hjá honum var tó ikki gott nokk, og Marcin Dawid í HB-málinum bjargaði.
HB sá ikki út til at hava hugflog, orku ella viljan til at koma aftur í dystin, og dysturin endaði 2-0 til B36. Samanumtikið eitt uppiborið úrslit, sum førir við sær, at B36 nú er einsamalt á 2. plássi, meðan HB nú er fýra stig aftanfyri B36 og heili 12 aftanfyri oddaliðið, EB/Streym.