Kvinnufótbóltur
Í einum ikki serliga vælleiktum dysti týskvøldið millum havnarfeløgini B36 og HB, vann B36 2-1, eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Nakað av vindi var í Gundadali, og hetta darvaði spælinum nakað, og liðini bæði høvdu torført við at fáa flótandi spælið at koyra,
Í fyrra hálvleiki leikti javnt á, og møguleikar vóru á bæði mál. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdist Súsanna Hansen leys við HB-málverjanum, men HB-málverjin, Randi Wardum, bjargaði meistaraliga. Løtu seinni lá betur fyri hjá Súsonnu, rangstøðufellan hjá HB-verjuni miseydnaðist, og Ása á Neystabø streyk avstað, og ósjálvsøkin legði bóltin fyri føturnar á Súsonnu, ið ótarnað kundi seta bóltin í netið.
HB svarar aftur
Ikki gekk long tíð, áðrenn HB-kvinnurnar svaraðu aftur. Fáar minuttir eftir B36-leiðsluna eydnaðist tað Ásu úr Dímun at javna. Eyðfríð Kristiansen brýtur ígjøgnum í vinstra borði og leggur innfyri, har Ása úr Dímun í tveimum umførðum at fáa bóltin handan B36 málverjan. Javnleikur varð eisini hálveiksstøðan.
Ikki var seinni hálvleikur meir enn byrjaður, so lá bólturin aftur í HB-málinum. B36 vinnur sær hornaspark, ið Arnbjørg Danielsen skjýtur. Eftir eitt hálvkiksað hornaspark, kemur bólturin útaftur til Arnbjørg, ið leggur innfyri enn einaferð, har Selma Erol setur høvdið á til eina 2-1 leiðslu. Eftir málið hevði HB ringt við at fóta sær, tó so, at tær onkra hendingaferð lógu framvið at javna. B36 hevði eisini nøkur skot á HB málið í seinna hálvleiki, tó uttan, at nakað spurdist burturúr.
Við sigrinum á HB endar B36-kvinnurnar á øðrum plássi, og fáa tvey stig við í endaspælið, meðan HB-kvinnurnar enda á tridja plássi, og fáa eitt stig við sær í endaspælið.
B36-HB 2-1 (1-1)
1-0 Súsanna Hansen
1-1 Ása úr Dímum
2-1 Selma Erol