B36 upp á bronsuplássið

Eftir dagsins dystir, ið bjóðaðu upp á 15 mál, broyttist støðan á stigatalvuni ikki so nógv, annað enn tað, at B36 yvirhálaði EB/Streym og legði seg upp á bronsuplássið. B36 er tó sjey stig frá silvurplássinum hjá ÍF, men altso tvey stig framman fyri EB/Streym og Víking.

Mest spennandi dysturin var uttan iva tann í Klaksvík, har KÍ legði seg á odda 3-0, men ímóti endanum mátti síggja HB eta seg innaftur og at enda javna til 3-3. Eitt úrslit, ið man vera gamla klassikaranum verdugt.

Eisini í Gundadali bylgjaði tað aftur og fram, har B36 læt AB spæla nógv, men dúvaði uppá skjót mótálop, og tað gav eisini úrslit. Sum sagt, gav sigurin B36 bronsupláss, og tapið var tað fyrsta hjá AB síðani 26. mai, so argjamenn nú hava KÍ beint aftan fyri seg.

Við Stórá í Trongisvági megnaði ÍF at vinna 1-0 á einum TB-liði, ið skal royna at venda gongdini og sleppa upp um niðurflytingarstrikuna. ÍF megnaði sostatt at halda væl fast í silvurplássinum, samstundis sum munurin upp til HB minkaði tvey stig.

Og at enda vann NSÍ á fyribils heimavøllinum á Svangaskarði við einum máli á EB/Streymi. Sigurin var væl og virðiliga uppiborin, tí runavíkingar høvdu tað nógva av spælinum og nógv teir flestu møguleikarnar, so sigurin kundi tað sama verið uppaftur greiðari.


Støðan:
1. HB 44 (+28)
2. ÍF 37 (+9)
3. B36 30 (+11)
4. EB/Streymur 28 (+10)
5. Víkingur 28 (-3)
6. NSÍ 27 (-1)
7. AB 22 (-11)
8. KÍ 21 (-2)
9. TB 16 (-18)
10. 07 Vestur 11 (-23)

NB! EB/Streymur, Víkingur, NSÍ og 07 Vestur hava spælt ein dyst minni enn hini liðini.


KÍ-HB 3-3 (3-0)
1-0: Páll Klettskarð
2-0: sjálvmál (Teitur Gestsson)
3-0: Páll Klettskarð
3-1: Christian Restorff Mouritsen
3-2: Bárður Olsen
3-3: Páll Mohr Joensen
LIÐUGT!
90.+
Febrilskur endi við atsóknum í báðum endum.
90. Fýra minuttir lagdir aftrat.
89. 3-3: HB hevur tikið leiðsluna hjá KÍ aftur, eftir at Páll Mohr Joensen annan dystin á rað skorar fyri HB.
70. 3-2: Eitt langskot frá Bárði Olsen, sum møguliga tekur í onkran annan á vegnum, endar í málinum.
50. 3-1: Bólturin innfyri úr høgru, har Christian er leysur fyri málinum og plaserar bóltin í málið.
45. Hálvleikur í Klaksvík, har KÍ hevur revsað HB hart, hóast gestirnir helst hava havt meira spæl. Serliga Páll hevur verið øgiligur.
35. 3-0: Páll Klettskarð er enn einaferð á staðnum og skallar bóltin inn til 3-0.
34. 2-0: Teitur Gestsson óheppin og slær bóltin í egið mál, eftir at Hjalgrím Elttør hevur sent innfyri. Ein at síggja til vandaleys støða, sum endar við sjálvmáli.
29. 1-0: Páll Klettskarð skallar KÍ framum eftir hornaspark, har Páll stendur rímiliga leysur inni í málteiginum og bara skal seta pannuna á.
15. HB skapar heldur meira enn KÍ, men eingin avgerandi møguleiki enn.
KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Hjallgrím Elttør, Heðin Klakstein, Atli Danielsen, Ivan Joensen – Álvur F. Christiansen Páll A. Klettskarð
HB:Teitur Gestsson – Tróndur Jensen, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen, Alex José dos Santos – Christian Restorff Mouritsen, Bárður Olsen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen, Kristin Restorff Mouritsen – Símun Samuelsen
Dómari: Eiler Rasmussen

B36-AB 2-1 (1-0)
1-0:
Lukasz Cieslewicz
1-1: Rógvi Poulsen
2-1: Gilli Sørensen
LIÐUGT!
92. 2-1: Gilli Sørensen skoraði eftir innlegg úr vinstru síðu, og sær út til at hava avgjørt dystin, men framvegis eru tríggir intensir minuttir eftir.
90. Fimm minuttir lagdir aftrat.
90. Lukasz púra leysur, men Símun Rógvi Hansen í AB-málinum stórbjargar.
85. AB nær við at koma á odda, tá Dion Splidt smekkar á yvirliggjaran.
82. Símun Joensen noyðist út við skaða. B36 hevur økt trýstið og leggur nógv fyri, eftir at AB hevur javnað.
75. 1-1: Rógvi Poulsen, sum átti málið við húð og hár, fór ígjøgnum í vinstru síðun, rundaði tveir verjuspælarar, áðrenn hann legði innfyri, har innskifti Mikkjal Hentze er á staðnum og setir fótin á. AB trýstir og er frægari enn fyri steðgin, men B36 er alla tíðina vandamikið í mótálopum.
69. Bæði Lukasz Cielslewicz og Tórður Thomsen fáa gult kort, og fyri Tórð merkir tað, at hann hevur karantenu næsta dyst hjá B36, sum er ímóti HB.
65. Adeshina Lawal fær gult kort, og stutt frammanundan skallaði sami maður uppum úr góðari støðu.
55. AB hevur lagt bragdligari fyri í seinna hálvleiki. Eftir hornaspørk hava argjamenn havt bæði skot og skallar, men tó ikki innan fyri málkarmin.
45. Hálvleikur. B36 júst brent ein risastóran møguleika. Lukasz Cieslewicz sendi úr vinstru innfyri til Róald Jacobsen, sum fyrst tamdi og so skuldi skjóta, men tá bleiv hann blokeraður av Kára Nielsen. Ein sera stórur møguleiki, ið fortelur eitt sindur um gongdina, tí tað er B36, sum hóttir við skjótálopum.
25. Lukasz, sum er sera væl upplagdur, feldur í álopsroynd, og Kári Nielsen hjá AB fekk gult kort. Undan tí vildi B36 vera við, at AB brúkti neyðbremsuna, tá Adeshina Lawal fór um koll, og eisini vilja teir í AB halda seg vera snýttar fyri eitt brotsspark eftir at hornaspark var komið innfyri.
18. 1-0: Lukasz slapp til baklinjuna í vinstru síðu, trekti eitt sindur útfrá og skoraði trygt við góðum skoti.
8.
Lívlig byrjan, har bæði Súni Olsen og Gilli Sørensen hava skotið beint framvið fyri B36, og hjá AB hevur Jobin Drangastein havt eina roynd innan fyri málkarmin. Fótbóltslíkindini eru góð í Gundadali, men ikki nógvir áskoðarar.
B36:Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Robert H. Brockie, Hørður Askham, Símun Joensen (Benjamin Heinesen, 82.) – Lukasz Cieslewicz, Róaldur Jacobsen, Evrard Ble, Gilli Sørensen – Súni Olsen – Adeshina Lawal (Høgni Midjord, 76.)
AB:Símun Rógvi Hansen – Jónas Stenberg, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen (Bjartur Kjærbo, 68.) – Kári Nielsen, Sorin Anghel, Jobin Drangastein – Dion Splidt, Ahmed Keita (Mikkjal Hentze, 68.), Rógvi Poulsen
Dómari: Ransin N. Djurhuus

Víkingur-07 Vestur 3-1 (1-1)
0-1:
Gunleiv Olsen
1-1: Sølvi Vatnhamar
2-1: Hanus Jacobsen
3-1: Finnur Justinussen
LIÐUGT!
87. 3-1: Hanus Jacobsen fríspark innfyri úr vinstru, har Finnur Justinussen var á staðnum og økti.
85. 2-1: Hanus Jacobsen lagt Víking á odda við langskoti. Víkingur hevur trýst nógv og er fult uppiborið á odda. 07 Vestur eisini havt onkran kjans, men besti maðurin hjá vágaliðnum,
Jovan Panic, er farin út við skaða.
75. Framvegis er tað Víkingur, ið roynir at leggja trýst á, men 07 Vestur vil ikki av við eina stigið, liðið hevur í hondini, sum er.
60. Víkingur roynir at skapa dystin, men fær ikki nóg mikið burturúr. 07 Vestur ger sær ómak við verjuspælinum og roynir at fáa skjótálop í lag.
45. Hálvleikur. Ein strika í rokningini hjá Víkingi, at 07 Vestur kom á odda, men heimaliðið hevur javnað og alt kann henda eftir steðgin.
40. 1-1: So hevur Víkingur javnað. Magnus Jarnskor breyt ígjøgnum, og Andras Gango hálvbjargaði, men inni fyri málinum var Sølvi Vatnhamar klárur og koyrd bóltin inn.
35. 0-1: Gunleiv Olsen skorað fyri 07 Vestur eftir hornaspark
10: Víkingur hevur havt ta betru byrjanina, men eingin avgerandi støða verið enn.
Víkingur:Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Magnus Jarnskor, Sverri Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Jann Ingi Petersen – Filip Djordjevic, Finnur Justinussen
07 Vestur: Andras Gango – Brandur Heinason, Gunleiv Olsen, Emil Mikkelsen, Torstein Mýlingstind – Jovan Panic, Tór-Ingar Akselsen, Jákup S. Olsen – Ibrahima Camara, Petur Dalbø, Holgar Durhuus
Dómari: Dagfinn Forná

TB-ÍF 0-1 (0-0)
0-1: Dánjal á Lakjuni
LIÐUGT!
90. Fimm minuttir lagdir aftrat.
70. TB roynir at vinna tamarhald á dystinum, men ÍF heldur fast. Ikki teir stóru málmøguleikarnir.
47. 0-1: So kom hol á í Tróngisvági, har Dánjal á Lakjuni varð spældur leysur, men datt, tá hann skuldi fara fram við Ivan í TB-málinum, og bólturin endaði við at fara í málið. Stutt eftir málið hevur Babacar havt ein møguleika at javnað, men ÍF-verjan fekk forðað fyri tí.
45. Hálvleikur. Framvegis javnt og málleyst, uttan at teir stóru kjansirnir hava verið.
30. Bæði lið spæla varisliga, og tað mesta hendir á miðvøllinum. Eingin veruligur málkjansur verið enn, og hvørki lið vunnið sær nakað yvirtak.
15. Framvegis einki mál komið, men nógvur vindur. TB hevur vindin undan í fyrra hálvleiki.
TB: Predrag Markovic – Teitur Olsen, Martin Tausen, Óli Johannesen, Teitur Justinussen – Nicolas Deverdics, Ndende Adama Guéye, Rógvi Joensen, Dan Mortensen – Babacar Ndiour – Pól Ingason
ÍF:Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ellingsgaard – Høgni Madsen, Heri Nesá (Dánjal á Lakjuni, 46./Ari Ó. Ellingsgaard, 88.), Bogi Reinert Petersen, Nenad Saric (Fritleif í Lambanum, 70.) – Clayton Soares, Øssur M. Dalbúð
Dómari: Alex Troleis

NSÍ-EB/Streymur 1-0 (0-0)
1-0: Árni Frederiksberg
LIÐUGT!
90. Tríggir minuttir lagdir aftrat.
83. NSÍ klárt betra liðið og kundi fleiri ferðir havt økt um leiðsluna. Síðsta kjansin hevur Magnus H. Olsen havt, tá hann smekkaði á stongina, og René Tórgarð í málinum hjá EB/Streymi hevur fleiri verið verið noyddust at víst síni bestu kynstur fyri at forða fyri enn einum máli.
65. 1-0: Eitt av mongu, mongu hornaspørkunum. Tóku tað stutt til Árna Frederiksberg, ið meddaði til, so bólturin endaði heilt uppi undir samankomingini.
55. NSÍ byrjaði við trimum hornaspørkum á rað, og dysturin er meira opin. Bæði lið søkja at, so tað liggur í luftini, at her fer at koma okkurt mál.
45. Hálvleikur. NSÍ hevur sitið á øllum síðsta korterið, og burtur úr tí eru komnir einir fýra-fimm hálvvandamiklir møguleikar. Størsta hóttanin hjá NSÍ hevur verið liðskiparin, Klæmint A. Olsen.
35. Framvegis einki mál komið, og dysturin er framvegis linligur við nógvum spæli hjá NSÍ, men uttan at skapa tað stóra. EB/Streymur febrilskt spæl, tá farið verður í mótálop.
20. Eitt sindur varisligt spæl. Eingin kjansur verið enn. NSÍ havt bóltin heldur meira.
NSÍ:Kristian Joensen – Andras Brixen Vágsheyg, Jens Joensen, Jonhard Frederiksberg – Andy Olsen (Haraldur R. Højgaard, 82.), Karl Løkin, Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen (Jann Martin Mortensen, 60.) – Árni Frederiksberg (Sjúrður Jacobsen, 76.) – Klæmint Olsen
EB/Streymur:Réne Tórgarð – Dánjal Davidsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen – Arnar Dam (Niels Pauli Danielsen, 77.), Levi Hanssen, Pætur Dam Jacobsen – Leif Niclasen (Brian Olsen, 67.), Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen
Dómari: Rúni Gaardbo