B36 tekur í kvøld ímóti TB á Tórsvølli. Talan er um 17. umfar, men liðini hava spælt 14 og 15 dystir. Hetta er orsaka av broytingunum, sum blivu gjørdar í skránni vegna koronasteðgin.
B36 hevur verið flúgvandi seinastu tríggjar dystirnar, har liðið hevur vunnið uttan at lata mál ígjøgnum. Einasti svipsarin seinastu tíðina var grannauppgerðin móti HB. B36 er eisini favorittur at vinna dystin móti TB, men tað verður uttan Árna Frederiksberg og Sonna Ragnar Nattestad.
Teir áttu báðir lut í málunum, tá B36 sunnukvøldið vann 2-0 á ÍF, men fingu eisini eitt gult kort í part. Tað merkir, at teir mugu sita yvir í kvøld. Hinvegin, so eru Eli F. Nielsen og Magnus H. Jacobsen tøkir aftur. Teir sótu yvir við leikbanni sunnukvøldið.
Brian Jakobsen fekk trupulleikar eftir grannauppgerðina, og tað bleiv ikki verri av at spæla í 1. deild fáar dagar seinni. Hann situr yvir í kvøld. Erling Dávidsson hevur sitið uttanfyri næstan alt kappingarárið við knæskaða, men seinastu boðini eru at hann møguliga verður at síggja á vøllinum í næstum.
##med2##
Stóra ivamálið er Alex Mellemgaard, sum hevur sitið yvir eftir grannauppgerðina. Avloysarar hava verið Andreas Thomsen og síðani Benjamin Heinesen. So er spurningurin hvussu Jákup á Borg velur at blanda kortini. Ein nýggjur skal í miðverjuna og ein skal á vongin. Dysturin byrjar klokkan 18. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.
##med3##
Liðtíðindi - B36:
Ikki við: Árni Frederiksberg (Leikbann), Sonni Ragnar Nattestad (Leikbann), Brian Jakobsen (Vøddaskaði, 2 vikur), Erling Dávidsson (Knæðið, 1 vika)
Ivasamur: Alex Mellemgaard (Lærkrikin)
Við aftur: Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen
Betri deildin 17. umfar:
Hósdagin 6. august:
B36-TB (18.00) Beinleiðis á FM1
ÍF-NSÍ (18.00)
Víkingur-HB (19.00) Beinleiðis á FM1
EB/Streymur-KÍ (19.00)
Fríggjadagin 7. august:
AB-Skála (19.00) Beinleiðis á FM1