- Sáttmálin er heftur at, hvussu hópurin sær út næsta kappingarár, og tí kunnu vit ikki avdúka navnið her og nú. Men vit vænta, at tað kemur upp á pláss skjótt, sigur Ímundarsson, sum ikki kann siga, hvør talan er um.
Tað er í øllum førum greitt, at Allan Mørkøre, sum loysti Sigfríð Clementsen av, heldur ikki fram.
Leysasøgur vilja vera við, at John Petersen og Mikkjal Thomassen verða venjarar í 2011. Piotr Krakowski hevur eisini verið upp á tal.