Í dag klokkan 15 verður seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum Suðringar og B36. Liðini spældu eina ótrúliga spennandi og málríka fyrru hálvfinalu í Gundadali fyri tveimum vikum síðani. Longu í hálvleikinum var 4-2 til B36, sum eisini bleiv úrslitið.
Tað merkir, at B36 er á odda við teimum, men útivallarmálini hjá Suðringum telja nógv. Vinna Suðringar 2-0, so er tað nokk til at koma í steypafinaluna. Tað veit Jákup á Borg, venjari hjá B36, men hann ætlar sær ikki at leggja seg aftur at verja.
-Vit vita at tað er trupult at spæla í Trongsvági, men eg vænti eisini at teir halda, at tað er trupult at spæla móti okkum. Um teir klára at skjóta tvey mál í Gundadali móti okkum, so klára teir eisini tað á heimavølli, so vit skulu ansa eftir. Men vit hava skorað í hvørjum dysti higartil í ár og fara ikki suður fyri at verja leiðsluna. Vit fara suður fyri at vinna, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.
Stefan: Vit trúgva upp á tað
Stefan Radosavljevic er ikki í íva, tá hann verður spurdur um Suðringar trúgva upp á møguleikan, hóast B36 vann fyrra dystin 4-2.
-Vit trúgva upp á tað. Seinast skora vit tvey mál í Gundadali, so tað kunnu vit eisini í Trongisvági, har tað er torført at spæla. Vit halda eisini, at vit kunnu fyribyrgja onkur av málunum, sum B36 fær í fyrra dystinum, sigur 17 ára gamli Stefan Radosavljevic.
Miðvallarin hevur havt trupulelikar við hælsinini, men er klárur til dystin mikudagin. Enn er endaligi taktikkurin ikki lagdur, men Suðringar ætla ikki at lata mál inn.
-Tað er týdningarmikið, at vit ikki lata mál inn í fyrra hálvleiki, men samstundis royna at fáa eitt. Um vit fáa mál, so kanska tað ávirkar teir. So kunnu vit leypa á við øllum seinasta partin av dystinum, men tað krevur at B36 ikki fær mál, sigur Stefan Radosavljevic.