B36 staðfest venjaraskiftið

B36 skrivar í tíðindaskrivinum, at teir hava víst nakað av tí besta fótbóltsspælinum, sum Vodafonedeildin hevur sæð, men at vegna vantandi úrslit, so eru partarnir komnir ásamt um, at steðga samstarvinum.

 

Allan Mørkøre byrjar sum venjari beinanvegin og stendur á odda fyri liðnum í dystinum ímóti FC Suðuroy mikukvøldið. Tann dysturin er ímóti FC Suðuroy, sum B36 tapti ímóti sos seint sum sunnudagin.

 

Tað hava fleiri ferð í ár verið søgur um, at Sigfríður Clementsen er koyrdur úr starvið sum B36 venjari. Hóast nógv prát í krókunum, so er tað ikki fyrr enn í dag, at nakað er staðfest í málinum.

 

Sigfríður Clementsen segði í samrøðu til 3.hálvleik eftir dystin ímóti HB, at tað var torført at vera venjari hjá B36 í løtuni.

 

Tíðindaskriv frá B36:

 

Hóast vit hava verið vitni til nakað av tí besta fótbóltsspælinum í Vodafonedeildini í ár, so eru stigini ikki komin til høldar! Tað er ein sannroynd, at úrslitini hjá besta liðnum ikki standa mát við málsetningin hjá B36 um at kvalificera seg til Europa.

 

Tískil er semja gjørd millum Sigfríð Clemensen, høvuðsvenjara, og B36 um at enda samstarvið.

 

Allan Mørkøre hevur játtað at vera nýggjur høvuðsvenjari hjá B36, tað sum eftur er av kappingarárinum. Allan tekur yvir longu mikukvøldið, tá ið B36 møtir FC Suðuroy í Gundadali!