B36 spælir fyri bronsuni

Jákup á Borg er leikbannaður, nú væl nøgdur toftamenninir koma at vitja í Gundadali

Fótbóltur

 

Týsdagin misti B36 møguleikan at vinna silvurmerkini. Í morgin spælir árstalsfelagið í høvuðsstaðnum fyri at vinna bronsukrónurnar. Mótstøðuliðið verður B68, sum hevur staðið seg væl betri, enn uppflytarar ofta gera.

Oddmar Færø er tøkur aftur hjá B36, eftir at hann týsdagin var leikbannaður. Týsdagin sá Jákup á Borg reytt, og tískil er hann longu farin í vetrarfrí.

Enn hevur einki verið at hoyrt um, hvussu tað verður við venjara í B36 og í B68. Einki man tó vera at ivast í, at avrikini hjá Heðini Askham og Bill Jacobsen hava verið so mikið góð, at teir eru í høgum metum í feløgunum báðum.