Í kvøld spælir B36 undanumfar í Champions League ímóti Linfield í Belfast í Norðurírlandi.
Linfield hevur so at siga verið einaráðandi í IFA Premiership, sum besta deildin í Norðurírlandi eitur. Soleiðis hevur tað verið í eitt longri tíðarskeið, og tað sama siga søgubøkurnar. Við sínum 51 meistaraheitum í 126 ára longu søgu felagsins eru teir úrslitabesta felagið í norðurírskum fótbólti nakrantíð.
Felagið hevur vunnið greipuna trý ár á rað, og í fjør vóru teir greitt yvirlegnir og vunnu IFA Premiership við heili 14 stigum til næstfremsta liðið.
Ein hin størsti fyrimunurin hjá B36 kann verða, at Linfield ikki er í góðari dystarvenjing. Kappingarárið hjá teimum endaði fyri tveimum mánaðum síðani, og eru flestu leikararnir júst heimkomnir av summarferiu teirra.
Dysturin millum Linfield og B36 verður í kvøld kl. 19.45.