B36 smurdi Víking av

Tað er sera gott lag í B36 leguni í kvøld. Í fyrsta dystinum í 2. umfari hevur árstalsfelagið á heimavøllinum í Gundadali í kvøld vunnið stórsigur. Víkingarnir eru á veg úr høvuðsstaðnum við 4-0 tapi, eftir at hálvleiksstøðan var 2-0.

 

B36 var omaná mesta partin av tíðini, men inntil 2. hálvleikur var um at vera hálvleiktur, var tað einki, sum bendi á, at talan skuldi verða um so stóran sigur.

Lukasz Cieslewicz setti hol á í 12. minutti, tá ið hann eitt vet til høgru í brotsteiginum tamdi bóltin og smekkaði hann í handara síðunetið. Víkingur hevði ikki nógvar málmøguleikar, men so leingi sum tað bara var eitt mál á muni, kundi alt koma fyri.

 

Súni Olsen økti um leiðsluna til 2-0 við rimmar frísparki í 66. minutti, og so kendist tað sum um, at alt var avgjørt. Víkingur royndi at spenna álopsbogan, men tað miseydnaðist. Í staðin var tað B36, sum eftir lítlari løtu økti um leiðsluna til bæði 3-0 og 4-0. Í fyrra førinum var Gilli Sørensen málskjútti eftir hornasparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram, og í seinna førinum var tað Lukasz Cieslewicz, sum staðfesti sigurin, eftir at innskifti Jákup á Borg hevði spælt hann leysan og málverjin í fyrstu atløgu hevði hálvbjargað.

Sigurin ber við sær, at B36 eftir tvey umfør hevur fýra stig, meðan Víkingur hevur trý stig.

 

B36-Víkingur 4-0 (1-0)

1-0: Lukasz Cieslewicz 12.

2-0: Súni Olsen 66.

3-0: Gilli Sørensen 82.

4-0: Lukasz Cieslewicz 84.

Dómari: Lars Múller

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy (Benjamins Heinesen, 89.), Hørður Askham, Martin M. Pedersen, Símun Joensen – Høgni Midjord (Rasmus Dan Sørensen, 85.), Róaldur Jakobsen, Súni Olsen, Gilli Sørensen – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Abayoni Lawal (Jákup á Borg, 69.)

Gult kort: Høgni Midjord, Tórður Thomsen, Róaldur Jacobsen

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hans Jørgen Djurhuus (Heðin Hansen, 68.), Jann Ingi Petersen, Philip Djordjevic (Per Gregersen, 69.) - Hjartvard Hansen (André Olsen, 68.), Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu

Gult kort: Erling Jacobsen, Philip Djordjevic, Hans Jørgen Djurhuus

 

 

LIÐUGT!

 

90) 4-0

 

85) MÁÁÁÁL 4-0 Lukasz Cieslewicz eftir fríspæling frá innskifta Jákupi á Borg

 

82)</strong</strong> MÁÁÁL> 3-0 Gilli Rasmussen 82

Eftir horna og eitt sindur av aftur og fram endaði tað við, at Gilli Sørensen fekk bóltin inn um strikuna.

 

70): 2-0 Súni Olsen 66.

Í løtuni bendir alt á, at talan verður um heimasigur í Gundadali. B36 er omaná, og við fínum frísparki úr 26 metrum hevur Súni Olsen økt um leiðsluna.

 

60): 1-0 Víkingur hevur havt vandamikla frísparksroynd, men bólturin sigldi framvið málinum. Heimaliðið hevur fleiri ferðir verið í mótstøðubrotsteiginum, og næst við at fáa mál fyrsta korterið eftir steðgin var Adeshina Abayoni Lawal, tá ið hann streyk ígjøgnum í høgru og smekkaði til úr eitt sindur spískum. Bólturin brast á nærru samankomingina og sprakk niður í málteigin!

 

46): 1-0 Teir eru komnir aftur á vøllin í Gundadali. Longu undan dystarbyrjan vóru ljósini kring vøllin tendraði. Tað kennist væl, at tað er farið at skýma. Víkingur spælir nú ímóti norðara málinum, og gestirnir hava lotið undan. Ongar skiftingar hava verið.

 

45): 1-0 Teir eru farnir at hvíla seg í Gundadali. B36 hevur verið omaná, og Víkingur hevur onga rættuliga roynd havt á málið hjá B36. Dygst undan steðginum sóu bæði B36 málverjin Tórður Thomsen og Philip Djordjevic hjá Víking gult í sambandi við hornasparksstøðu.

 

40): 1-0 Víkingarnir hava rørt meiri upp á seg síðstu løtuna, og teir hava verið frammanfyri málinum, uttan at tað hevur verið heilt vandamikið.

 

30): 1-0 B36 hevur havt risa møguleika, uttan at mál spurdist burturúr. Lukasz Cieslewicz spældi hegnisliga Høgna Midjord leysan í brotsteiginum í høgru. Høgni legði bóltin flatt innfyri, men har var Gilli Sørensen akkurát ov seinur, áðrenn Víkinga verjan sneiddi bóltin út til hornaspark.

 

20) 1-0 Tað gongur javnt á, og talan hevur ikki verið um málmøguleikar, síðani B36 legði seg framum. Høgni Midjord hjá B36 hevur sæð gult eftrir samanbrest við Hanus Jacobsen hjá Víkingi.

 

12):MÁÁÁL 1-0 Lukasz Cieslewicz

B36 hevur lagt seg á odda. Eftir horna og út frá og innlegg úr høgru, tamdi Lukasz Cieslewicz og eitt sindur úr høgru smekkaði hann bóltin í handara horn!

 

5): 0-0 Víkinga miðverjin Erling Jacobsen sá gult beinanvegin, tá ið hann feldi væl upplagda Gilla Sørensen, sum bjóðaði av í skjótum B36 álopi.

 

B36 venjarin Mikkjal Thomassen og Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen hava báðir sett sama lið, sum teir gjørdu undan fyrsta umfari, tá ið B36 stóð seg væl í 1-1 grannauppgerðini ímóti HB, og tá ið Víkingur á heimavølli vann 2-1 ímóti NSÍ.

Tað hevur verið eitt sindur ilsligt seinnapartin, men nú er turt. Eitt lágættarlot liggur eftir vøllinum, og tað er kalt.

Áskoðararnir eru ikki so nógvir enn. Kanska hundrað nú dómarin fer at bríksla fyri fyrstu ferð!

 

B36-Víkingur kl. 17.00

Dómari: Lars Múller

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Martin M. Pedersen, Símun Joensen – Høgni Midjord, Róaldur Jakobsen, Súni Olsen, Gilli Sørensen – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Abayoni Lawal

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hans Jørgen Djurhuus, Jann Ingi Petersen, Philip Djordjevic - Hjartvard Hansen, Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu

 

------------

Longu á middegi í dag fóru spælararnir hjá Víkingi úr arbeiði. Seinnapartin fara teir suður í høvuðsstaðin, har B36 tekur ímóti. Tað er ikki vanligt, at árstalsfelagið eigur heimavøll so tíðliga fríggjadag.

 

Vónin er, at tey verða fleiri, sum halda tað vera fínt, at fótbóltsdystur í Gundadali er fyrsta punktið í vikuskiftis skránni. Ofta hevur verið sagt, at tað er tungt at broyta vanahugsanina hjá viðhaldsfólkunum hjá høvuðsstaðarfeløgunum, sum bara koma í Gundadal seinnapart sunnudag.

 

Í dag fæst at síggja, um hetta er so. Víkingur hevur sera trúfasta áskoðarafjøld, og hóast tey neyvan vera eins nógv í Gundadali í kvøld, sum tey høvdu verið, um dysturin varð spældur í morgin, so er tað ikki óhugsandi, at gestirnir verða eins væl mannaðir kring vøllin, sum vertirnir verða.

 

Í báðum legunum verður sagt, at teir somu eru tøkir, sum spældu í fyrsta umfari. Tá var gøtumaðurin í B36, miðvallarin Súni Olsen, rættuliga eyðsýndur, og Finnur Justinussen skoraði bæði Víkingamálini ímóti NSÍ og megnaði harvið tað, sum tað verður roknað við, at hann skal gera.

 

Fótbóltslíkindini eru ikki so góð, sum tey vóru fyrr í dag. Tað regnar í høvuðsstaðnum, og lotið er frískt.

 

B36-Víkingur: Lars Múller. Fríggjadagin klokkan 17.00.