Hesum boðaði B36 frá fyri løtu síðani.
Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, sigur, at soltnu úrslitini kunnu ikki bara lastast høvuðsvenjaranum.
– Tað eru fleiri og samansettar orsøkir til, at tað ikki hevur riggað so væl á vøllinum, men støðan krevur, at vit mugu blanda kortini av nýggjum, sigur hon.
Dan Brimsvík tók við sum høvuðsvenjari í barndómsfelagnum í november 2020. Hann kom upprunaliga heim at vera høvuðsungdómsvenjari, men brádliga vóru boð eftir honum á besta liðnum í úrtíð, og hann var fúsur at taka við avbjóðingini.
Størstu einstøku løturnar við honum sum ábyrgdarmanni vóru serliga steypasigurin í 2021 og drúgvu evropaævintýrini í fjør og fyrraárið.
– Dan hevur við framskygdum arbeiði sum heild flutt felagið í eina sunna legu, og hann eigur sín stóra lut í, at útlitini fyri framtíðina eru spennandi. Tíverri hilnaðist ikki, sum vit vildu við besta mansliðnum, og tað er í sátt og semju, at vit eru komin til hesa niðurstøðuna, sigur hon.
Dan Brimsvík takkar eisini felagnum fyri tíðina.
– Tað hevur verið ein stórur heiður at staðið á odda fyri barndómsfelagnum, og eg ynski felagnum alt tað besta frameftir, sigur hann.
Ein av komandi døgunum verður nýggjur høvuðsvenjari kunngjørdur, sum skal standa á odda fyri liðnum komandi tíðina. B36 hevur framvegis nógv at spæla fyri í ár. Liðið er við í kappingini um evropeisku plássini, um tvær vikur kunnu teir vinna seg í steypafinaluna, og í juli eru dystir í Conference League á skránni.