B36 skal hanga í oddaliðnum

B36 skal royna at fylgja við oddaliðnum, NSÍ, tá teir taka ímóti B71 í Gundadali í kvøld. Tí er sigur krav hjá hvíta havnarliðnum. Vinnur B71 hinvegin dystin, so koma teir upp á fimta plássi í formuladeildini

Í kvøld verður seinni útsetti dysturin frá 17. umfarið, sum skuldi leikast um vikuskiftið, leiktur í Gundadali, har B36 tekur ímóti B71. Undan dystinum liggur B36 á øðrum plássi. Teir skulu tí helst hava ein sigur burtur úr dystinum fyri at hanga í oddaliðnum NSÍ. B71 liggur ikki so væl fyri sum B36. Teir liggja á sjeynda plássi, men vinna teir dystin í Gundadali í kvøld, so kunnu teir smoyggja sær upp á fimta plássið – fram um bæði Skála og GÍ.


B36 væntar harðan dyst

Hjá B36 stendur væl til við fólki til dystin í kvøld. Hóast onkrir av leikarunum hava smáskaðar at dragast við, so verður sagt úr B36, at allir mans eru tøkir til dystin.

Spælið hjá B36 var sera gott undan summarsteðginum, og megna teir at halda fram við hesum, so vera teir ringir at steðga tað, sum eftir er av kappingini.

Hóast hetta, so væntar ungi miðvallarin hjá B36, Ingi Højsted, ein harðan dyst í Gundadali í kvøld.

- B71 hevur víst, at teir kunnu spæl upp ímóti øllum. Teir eru ringir at hava við at gera, og so eru teir sera sterkir í mótálopunum, so hetta verður heilt víst ikki nakar lættur dystur, sigur Ingi.

Hann leggur tó afturat, at B36 tó ætlar sær at vinna dystin í kvøld.

- Ja, hesin dysturin skal vinnast. Nú vann NSÍ jú um vikuskiftið, so vit skulu helst royna at hanga í teimum uppi í oddinum.


Eru nøgdir við eitt stig

Hjá B71 sær eisini hampiliga gott út við fólki, men har eru tó ávísir skaðar. Hanus Clementsen hevur leingi verið darvaður av einum álvarsligum knæskaða, og hann verður neyvan at síggja aftur á B71-liðnum í ár. Afturat honum má Jóhannus Jensen sita uttan fyri við skaða til dystin í kvøld.

Símin Hansen hjá B71 sigur seg vænta ein harðan dyst í kvøld, men hann vónar at fáa stig burtur úr dystinum.

- Tað verður ein harður dystur, og vit vera glaðir um vit fáa eitt stig við okkum úr Gundadali. Kunnu vit fáa meir enn tað, so ongantíð betur, sigur Símin Hansen.