B36 skal halda støðið

Í kvøld tekur B36 móti georgisku meistarunum Torpedo Kutaisi í returdystinum í europeisku kappingini fyri meistarar, Champions League. Fyrri dysturin fyri viku síðani endaði 5-2 til Torpedo Kutaisi, og hóast møguleikin fyri víðari luttøku ikki er góður, eru vónirnar góðar fyri heiðurligum úrsliti á Tórsvølli í kvøld

Hóast georgisku meistararnir Torpedo Kutaisi fyri viku síðani fingu fimm mál móti B36 í eystureuropeiska hitanum, varð endaliga úrslitið 5-2 roknað sum eitt heiðurligt úrslit fyri føroysku meistararnar B36. Við málum frá Magna á Lakjuni og Bárði Mortanssyni, umframt tríggjar aðrar gyltar málmøguleikar, framdi B36 eitt gott avrik, og tískil ræður um at halda støðið, tá liðini bresta saman á Tórsvølli í kvøld kl. 19. B36 hevur sostatt nakað at liva upp til, og hóast møguleikin fyri víðari luttøku ikki er góður, hevur B36 vónir um eitt heiðurligt úrslit.

Formaðurin góðar vónir
Kristian á Neystabø, formaður í B36, sigur, at hann er bjartskygdur undan dystinum í kvøld, men at tað sjálvsagt verður ein torfør uppgáva.
- Eg vóni, at vit megna at fáa eitt gott úrslit, sum t.d. ein javnleik. Men tað krevur, at vit fáa úrtøku burturúr teimum møguleikum, vit fáa, samstundis sum eitt sindur av hepni eisini skal til. Kristian á Neystabø leggur afturat, at tað ikki er serliga sannlíkt at koma víðari. At røkka hesum er kravið í minsta lagi ein 3-0 sigur, og tað viðgongur formaðurin er nakað optimistiskt at fara eftir. Um dystin væntar Kristian á Neystabø, at mótstøðuliði ikki fer at leypa á, men heldur at verja ta 5-2 leiðslu, teir hava.

Sama B36 lið
B36 liðið fer á vøllin við nøkunlunda sama liðið sum í Georgia. Einasta ivamál frá tí dystinum er annar málskjúttin, Magni á Lakjuni, sum fekk ein snudd undir venjing leygardagin, men væntandi verður hann kortini tøkur fra byrjan í kvøld. Annars er landsliðsleikarin Jens Kristian Hansen framvegis skaddur saman við ungu leikarunum Niels Joensen og Áka Mørk.
Mótstøðuliðið Torpedo Kutaisi kom til landið týsdagin, og vandu teir á Tórsvølli týskvøldið. Returdysturin í Europa Cup kappingini fyri meistaralið millum B36 og Torpedo Kutaisi verður sum áður nevnt spældur á Tórsvølli, og byrjar dysturin kl. 19.