B36 skal aftur verja heimaskansan

Í fimm teimum fyrstu umførunum hevur B36 spælt í Gundadali. Um roknað verður út frá metingunum undan kappingarbyrjan, so kunnu tey í B36 ikki vera heilt misnøgd. Talan hevur verið um javnleikir ímóti FM favorittunum í NSÍ, EB/Streymi og HB (á útivølli!) og sigrar á ÍF og Víkingi.

Í dag eigur B36 enn eina ferð heimavøll, og um tað eydnast at vinna fulla úrtøku, so verður B36 oddalið. Í hvussu so er fram til mánakvøldið.

Hesa ferð vitjar Skála, sum tað ikki hevur hilnast so væl higartil. Skála er botnlið. Einastu stigini stava frá 2-1 heimasigrinum á KÍ. Mikukvøldið kendist tað sum stórt vónbrot at tapa á heimavølli ímóti B68. Talan var um rættuliga tætta uppgerð, sum skálamenn væl kundu havt fingið stig burturúr, um teir høvdu havt marginalirnar á sínari síðu.

Í B36 eru teir spælararnir tøkir, sum vóru við í málleysa javnleikinum ímóti HB mikukvøldið. Einasti spælarin, sum er skaddur, er Ingi Højsted.

Hjá Skála var Alexandur Johansen burturstaddur mikukvøldið, og Erland B. Danielsen var skaddur. John Petersen setti seg sjálvan millum teir fyrstu ellivu ímóti B68. Hann skifti seg sjálvan út, og so er spurningurin, um hann fer at seta seg sjálvan á liðið ímóti B36, sum hann hevur vunnið so nógvar sigrar við.