Tað var miðverjin Tidiane, sum við drønstútara syrgdi fyri, at meistararnir í B36 vunnu fulla úrtøku úr fyrsta heimadystinum.
Hálvur minuttir var eftir av seks minuttir longu eyka tíðini, tá ið miðverjin umsetti hornasparksinnlegg frá Súna Olsen til mál og 1-0 sigur. FC Suðuroy setti bóltin í spæl, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.
B36 legan var frustrerað, sum 2. hálvleikur leið. Venjarin Mikkjal Thomassen varð rikin út um girðingina, og dómarin vísti eisini Jákupi á Borg og Lukasz Cieslewicz gula kortið, tá ið tað leið ímóti dystarenda.
FC Suðuroy vardi og dúvaði upp á møguleikar í snarálopum, og David Asare hevði tveir gyltar møguleikar at skora, men Meinhardt Joensen var B36 hentur málverji.
B36 liðformaðurin Klæmint Matras hevði risa møguleika miðskeiðis í 2. hálvleiki, men mitt fyri málinum sendi hann bóltin upp um tvørtræið.
Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, fegnaðust meistararnir sum um teir høvdu vunnið FM, og teir í FC Suðuroy vóru ógvuliga vónbrotnir og tveitti seg á vøllin, sum lið plaga at gera, ið eru flutt niður!
B36-FC Suðuroy 1-0 (0-0)
1-0: Sekou Tidiane Sovare 90.+6.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
B36: Meinhardt Joensen Bárður Olsen, Jonas Flindt Rasmussen, Sekou Tidiane Sovare, Símun Joensen Jákup á Borg (Dánjal Rói Olsen, 85.), Súni Olsen, Klæmint Matras (Atli Danielsen, 85.), Róaldur Jacobsen - Símun Hansen , Lukasz Cieslewicz
Gult kort: Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
FC Suðuroy: Stanislaw Kuzma Suni úr Hørg, Sasa Kolman, Heini Vatnsdal, Kári í Lágabø - Palli Augustinussen, Ingi Poulsen, David Asara, Poul N. Poulsen, Jón Áki Jacobsen (Jón Krosslá Poulsen, 46.) - John Tordar Poulsen (Brandur M. Suðuroy, 69.)
Gult kort: Suni úr Hørg, Ingi Poulsen, Poul N. Poulsen, Stanislav Kuzma
Liðugt
90 min
1-0: Tidiane
75 min.
0-0
Hóast B36 trýstir og trýstir, so er støðan framvegis 0-0 í Gundadali, har uppflytararnir í FC Suðuroy eru gestir hjá meistarunum í B36.
FC Suðuroy hevur tó havt størsta møguleikan í 2. hálvleiki. Eftir stórt heimatrýst gjørdist miðvallarin David Asara púra blankur á B36 hálvuni. Hann rak einsamallur ímóti B36 málinum, men Meinhardt Joensen bjargaði.
Tað hevur kostað fýra gul kort hjá FC Suðuroy í 2. hálvleiki. Fyri løtu síðani sá málverjin Stanislaw Kuzman gula kortið fyri at brúka í so nógva tíð at avgreiða málspark.
Fyrsta gula kortið í ársins Effokapping sá Suni úr Hørg, og síðani hava tríggir aðrir hjá FC Suðuroy sæð gult: Ingi Poulsen, Poul N. Poulsen og Stanislaw Kuzma.
Jákup á Borg hjá B36 hevur eisini sæð gula kortið.
45 min.
0-0
Spælararnir eru komnir aftur á vøllin eftir hálvleikssteðgin. Støðan er framvegis málleysur javnleikur. Tað er synd at siga, at talan hevur verið um polerað fótbóltsspæl.
Í fyrsta álopinum eftir steðgin var um reppið, at FC Suðuroy gjørdi sjálvmál. Lukasz Cieslewicz streyk til baklinjuna í vinstru og legði út frá, og tá var verjuspælari fyrstur á og stýrdi bóltin út til horna - umvegis stólpan!
Allir teir somu spælararnir eru á vøllinum, sum vóru tað í 1. hálvleiki.
30 min.
0-0
Tað er framvegis málleyst í Gundadali. B36 hevur havt bóltin væl meiri enn gestirnir, og heimamenninir hava fleiri ferðir verið í brotsteiginum frammanfyri Stanislaw Kuzma, uttan at tað hevur verið orduliga vandamikið.
Størsta møguleikan av øllum hevur FC Suðuroy havt. John T. Poulsen varð spældur leysur innanfyri B36 verjuna, men tað eydnaðist honum ikki at fáa bóltin framvið Meinhardti Joensen, sum hálvbjargaði, og so eydnaðist tað Jonas Flindt Rasmussen at rudda burtur, áðrenn bólturin fór inn um strikuna.
--
Fyrsti dysturin í 2012 kappingarárinum er ein knappan hálvan tíma gamalur.
Tað eru meistararnir í B36 og uppflytararnir í FC Suðuroy, sum dystast í Gundadali.
Uppflytararnir hava ikki lagt seg aftur at verja, og fyrra partin av 1. hálvleiki hava einstakir málmøguleikar verið báðar vegir.
Hjá heimaliðnum er tað merkisvert, at landsliðsspælarin Atli Danielsen situr á beinkinum. Ivaleyst kemst tað av skaðanum, sum var orsøk til, at hann ikki luttók í stórsteypadystinum fyri viku síðani.
Jákup á Borg er miðvallari í høgru, meðan Símun Hansen, sum undan hesum kappingarárinum kom aftur til B36, og sum hevur verið sera væl upplagdur í venjingardystunum, er í álopinum saman við ársins spælara í fjør Lukasz Cieslewicz.
B36-FC Suðuroy
Dómari: Ransin N. Djurhuus
B36: Meinhardt Joensen Bárður Olsen, Jonas Flindt Rasmussen, Sekou Tidiane Sovare, Símun Joensen Jákup á Borg, Súni Olsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen - Símun Hansen , Lukasz Cieslewicz
FC Suðuroy: Stanislaw Kuzma Suni úr Hørg, Sasa Kolman, Heini Vatnsdal, Kári í Lágabø - Palli Augustinussen, Ingi Poulsen, David Asara, Poul N. Poulsen, Jón Áki Jacobsen - John Tordar Poulsen