B36 saknar Alex, Brian og Erling

Tað endar ongantíð málleyst, tá ið Víkingur hevur vitjan av B36

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í Gøtu, har útsetti dysturin frá fimta umfari millum Víking og B36 er á skránni.

Sekstan ferðir hava hesi bæði liðini dystast í Sarpugerði, síðani Víkingur í 2008 sá dagsins ljós.

Felags fyri hesar sekstan dystirnar er, at eingin er endaður málleysur. Víkingur hevur vunnið átta ferðir, fimm ferðir er tað endað javnt, og tríggjar ferðir er B36 farið suður við øllum stigunum.

Allir teir, sum seinastu ferðirnar hava verið við til at manna Víkingaliðið, eru tøkir íkvøld.

Hjá B36 er álopsspælarin Brian Jakobsen leikbannaður, og Alex Mellemgaard er so mikið skaðadarvaður, at hann er ikki tøkur. Merkisvert er tað, at málverjin Símun Rógvi Hansen, sum hevur verið skaddur, síðani hann skrivaði undir sáttmála við B36, í kvøld er á beinkinum.

Gilli Samuelsen er í kvøld fremsti maður hjá B36.

Miðverjin Erling D. Jacobsen, sum undan hesum kappingarárinum bara hevur umboðað Víking, men sum nú er í B36, er á beinkinum íkvøld. Hann varð skaddur undir venjing mikukvøldið.

Tað ber til at fylgja við gongdini á hesi leinkjuni

http://www.in.fo/matches/?

 

Víkingur – B36 kl. 18.00

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen – Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar, Philip Djordjevic – Sølvi Vatnhamar, Adeshina Lawal

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson, Hjalti Strømsten, Dion B. Splidt, Gert Hansen, Milan Svojic, Bergur Gregersen

B36: Hans Jørgensen – Jónas Ꝥór Næs, Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Ragnar Samuelsen – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Árni Frederiksberg, Lukasz Cieslewicz, Benjamin Heinesen – Gilli Samuelsen

Á beinkinum: Símun Rógvi Hansen, Erling D. Jacobsen, Sveinur Lava Olsen, Andrass Johansen, Tórur Hentze Hardlei, Michal Przbylski