B36-venjarin
Tað er longu nakað síðani, at vit á hesum síðum skrivaðu, at tað allar helst skuldi verða Jóannes Jakobsen, sum skuldi venja besta mansliðið hjá B36 komandi kappingarár.
Á tíðindafundi mánamorgunin var hetta eisini staðfest, og umframt høvuðsvenjarar, so kundi B36 eisini boða frá, hvør skal hjálpa nýggja venjaranum í starvinum.
Fysisk servenjing
Tað verður vágbingurin, Magni Mohr, sum fer at røkja hendan setningin, og tað verður so fyrstu ferð, at hann soleiðis skal vera við til at standa fyri einum liði í bestu føroysku deildini.
Nakar óroyndur maður er Magni kortini ikki. Seinastu árini hevur hann nomið sær útbúgving innan ítróttarfysiologi, og millum annað hevur hann verið við til at gjørt royndir við donskum landsliðsleikarum og stjørnunum hjá Juventus.
Nú er 30 ára gamli vágbingurin tó fluttur heim aftur á klettarnar, og her verður B36 so fyrsta felagið, sum kemur at fáa royndir av dygdum hansara. So er bara spurningurin, hvussu hetta fer at tørna út, men í B36 dylja tey ikki fyri, at tey við hesum rokna við at hava fingið eitt stórt aktiv, sum bæði kann virka til at halda leikarunum á toppinum og ikki minst sum ein aktivur liður í royndunum at fyribyrgja skaðum.
Nógv tilgongd
Og einki er at ivast í, at tey í B36 eisini ætla sær at vera við frammi í oddinum komandi kappingarár. Her glapp tað sum kunnugt í fjør, tá HB annað árið á rað streyk avstað við gullinum, men tað tykist tó víst, at nógv verður lagt fyri komandi ár.
Tá spurt verður um møguligan styrk, vilja hvørki nýggi venjarin ella formaðurin í felagnum seta nøvn á nakra tilgongd, men at døma eftir tosinum kring felagið, so er lítið at ivast í, at talan aftur verður um ein av sterkastu hópunum í landinum.
Vit hava áður skrivað, at Arnbjørn Danielsen og Jóhannis Joensen uttan iva fara at spæla við felagnum, men hartil tykjast fleiri onnur væl kend føroysk fótbóltsnøvn vera ávegis.
Sosialurin veit frá álítandi keldum, at Ronnie Samuelsen nú aftur verður at síggja í B36, eftir at hann í hálvt triðja ár hevur verið á heimabeiti hja´EB/Streymi, og miðvøllurin fer sum skilst eisini at fáa tilgongd av Jens Erik Rasmussen.
Í álopinum skal nýggjur makkari finnast til John Petersen, nú Jákup á Borg hevur skift til HB, og nógv bendir á, at tað her verður talan um toppskjúttan frá í fjør, Hjalgrím Elttør, sum ikki fekk dreymin um yrkisfótbólt uppfyltan í Esbjerg.
So hvussu er og ikki, so tykist tað í øllum førum vera víst, at tey í syðra endanum av Gudnadali ikki ætla at binda frið, hóast grannarnir fyri norðan halda rundan føðingardag komandi árið.
Mynd: Jóannes og Magni
Sum vit áður hava skrivað, so verður tað Jóannes Jakobsen, ið skal venja B36 komandi árið. Undirskriftin varð sett á sáttálan mánadagin, tá tað eisini varð avdúkað, at Magni Mohr verður fysiskur venjari hjá felagnum
Mynd: Álvur Haraldsen