Mánakvøldið møtast B36 og HB í ársins fyrstu grannauppgerð í landskappingini. Fyri bæði liðini eru spælarar tøkir, sum ikki vóru við í fyrsta umfari.
Í B36 kunnu tey gleðast um, at Valerijs Sabala hevur fingið pappírini upp á pláss og er tøkur. Áleyparin úr Lettlandi skifti til B36 frá KÍ í vetur. Andrass Johansen, Michal Przybylski og Símun Sólheim hava allir verið skaddir. Vónin í B36 er, at onkur teirra er klárur til at luttaka.
Fyri HB kemur tað væl við, at Viljormur Davidsen er tøkur. Hørður Askham spælir ikki aftur fyrr enn í summar, og tá bæði Bartal Wardum og Samuel J. Chukwudi sótu uttanfyri, var tunt í verjupartinum.
Viljormur Davidsen var sjúkur til dystin móti B68, men er klárur til dystin móti B36. Spurningurin er so hvussu støðan hjá Bartali Wardum og Samuli J. Chukwudi er.