B36 og HB dystast í hálvfinaluni

Lutakast um hálvfinalurnar var í 3-2 sendingini í sjónvarpinum í kvøld.

B71 og EB/Streymur hittast í aðrari hálvfinaluni, og verður talan soleiðis um tveir dystir á rað hjá hesum báðum feløgum.

Hin hálvfinalan verður millum B36 og HB.

Hálvfinalurnar skuldu upprunaliga spælast 20. apríl, men flytingar í Formula-deildini hava broytt hetta.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 16. apríl. Seinna hálvfinalan skal spælast 12. mai.

 

Vinnarin av dystinum millum B71 og EB/Streymur kemur at standa sum heimalið í finaluni, sum verður spæld 15. juni.