B36 og Elektron halda fram

B36 og Elektron hava nú longt stuðulssáttmálan partanna millum, soleiðis at Elektron eisini tey komandi tvey kappingarárini verður høvuðsstuðul hjá B36

Kristjan á Neystabø, formaður í B36, og Richard Mortensen, varastjóri á Elektron, hava undirskrivað ein nýggjan tvey ára sáttmála, sum ber í sær, at Elektron verður høvuðsstuðul hjá fremsta mansliði hjá B36 fram til árslok 2011.

- Vit undirskrivaðu ein eitt ára sáttmála í fjør og eru vit so mikið nøgd við samstarvið, at vit hava gjørt av, at longja sáttmálan.
- B36 hevði stórar avbjóðingar seinasta kappingarár, bæði á og uttanfyri vøllin, men megnaði at koma ígjøgnum brótasjógvin í øllum góðum. Hetta var millum annað við stuðli frá okkum, har Elektron samstundis fekk eitt gylt høvi at gerast meira sjónligt í almenna rúminum, nú vit sum fyritøka kunnu bjóða øllum føroyskum fyritøkum og stovnum fjølbroyttar KT-tænastur, sigur r Richard Mortensen, varastjóri á Elektron, sum leggur afturat:
- B36 hevur sett sær nýggj og spennandi mál komandi kappingarár, og Elektron ynskir við sáttmálanum at stuðla B36 í at røkka sínum málum.

Eisini Kristjan á Neystabø, fegnast um sáttmálan við Elektron:
- B36 hevur mynda oddin í føroyskum mansfótbólti í nógv ár, og eftir at vit í fjør í ávísan mun máttu byrja av nýggjum - bæði ítróttarliga og fíggjarliga - hava vit nú sett okkum hægri mál fyri komandi kappingár. Hetta krevur eisini eina fríggjaliga orku, sum Elektron er við til at styrkja, sigur Kristjan á Neystabø um nýggja stuðulssáttmálan við Elektron.