Sambært skránni skulu B36 og B68 spæla í Gundadali í fimta umfari komandi sunnudag. Men nú boðar kappingarnevndin hjá FSF frá, at uppgerðin millum árstalsfeløgini er flutt fram til nú leygardagin. Feløgini hava biðið um, at dysturin verður framskundaður.
B36 skal annan leygardag spæla í Atlantic Cup móti íslendska meistaraliðnum FH. Tann dysturin verður í Gundadali annan leygardag kl. 13.
Orsaka av Atlantic Cup verður grannauppgerðin millum HB og B36 í 6. umfari mikudagin 26. apríl. Nú dysturin móti B68 er fluttur fram til leygardagin, fær B36 fýra samdøgur at fyrireika seg til avbjóðingina móti grannunum í, ella eitt samdøgur meiri, enn teir høvdu havt, um dysturin móti B68 hevði verið spældur sunnudagin.
Dysturin millum B36 og B68 verður í Gundadali nú leygardagin klokkan 15.