B36 og Alex hava longt

Heimasíðan hjá B36 upplýsir, at felagið hevur longt samstarvið við brasilska Alex José Dos Santos, sum hevur verið ein av stuðulsleikarunum hjá B36 seinastu árini. Sáttmálin er galdandi fyri komandi kappingarár. Alex Dos Santos kom til B36 úr BK Frem í 2004, og hevur sum rættur brasiliumaður víst sera góð kynstur, síðan hann kom til Føroya.

Vælvitandi keldur vilja vera við, at tað í løtuni verður arbeitt við at fáa føroyskan borgaraskap til hansara, so at hann kann umboð Føroyar í landsliðsfótbólti.