B36 og AB leggja saman

Nýtt felagslið verður at síggja í bestu kvinnudeildini í ár.

Tað hevur leingi verið ávegis, og nú er tað vorðið staðfest. Kvinnuliðini hjá AB og B36 leggja saman og fara í ár at mynda eitt felagslið í 1. deild hjá kvinnum.


Í B36-leguni hevur talan verið um mannfall, og nú tað eisini hevur víst seg at vera tunnligt við leikaratilfeingi á Argjum, hava liðini gjørt av at ganga hond í hond.


Samastarvið er fyribils galdandi í eitt ár, og tað verður Aleksandar Djordjevic, sum kemur at standa á odda fyri spildurnýggja felagsliðnum í høvuðsstaðnum.