B36 nýtt oddalið

So tapti HB sín fyrsta dyst í landskappingini, tá teir máttu lúta fyri arvafíggindanum B36. Men teir í HB munnu iðra seg yvir tapið, tí teir høvdu yvirvág stórar partar av dystinum

Fleiri HB-leikarar og viðhaldsfólk mundu standa heldur spyrjandi eftir dystin móti grannunum mikukvøldið. Hvussu kundi tað bera til at tapa ein dyst, har HB skapti so nógvar málmøguleikar og hevði fult tamarhald undan steðginum?
Onkur helt fyri, at hetta var sum at stjala bomm frá børnum. Men tað hava B36-ararnir helst einki ímóti, so leingi børnini við bommunum eru í reyðum og svørtum búna. Og hesi bommini smakka óivað ógvuliga væl hjá teimum flestu B36-arum.
Tá fyrri hálvleikur var liðugur, og HB var frammanfyri við einum máli, vóru tey flestu á einum máli um, at oddaliðið undan hesum umfarinum fór at vinna hendan dyst.
HB hevði nevniliga verið fullkomiliga dominerandi fyri steðgin. HB-leikararnir dugdu væl at leggja trýst á bólthaldaran hjá mótstøðuliðnum, og hetta oyðilegði alt uppspælið hjá B36, sum tveitti sera nógvar bóltar burtur. Mangan kendu B36-leikararnir seg noyddar at spæla aftureftir vøllinum ella at royna langar bóltar, sum HB-verjan ikki hevði stórvegis trupulleikar av.
Hetta gav HB gott høvi at fremja nógvar atsóknir móti B36 málinum, har Tróndur Vatnhamar, sum annars spældi ein branddyst, hevði úr at gera. Mangan runnu teir hvítu runt sum fluga í fløsku og vistu ikki rættiliga, hvar teir skuldu vera.
B36 hevði eina góða roynd frá Jákupi á Borg heilt tíðliga í dystinum, men so tók HB yvir. Rógvi Jacobsen og Andrew av Fløtum vóru allatíðina vandamiklir við sínum ágangandi spæli.

Rúni leggur HB framum
Fyrstu vandamiklu royndina hevði Rógvi. Vantandi samskifti millum Pól Thorsteinsson og Tróndur Vatnhamar endar við, at Rógvi fær bóltin á brotsteigarmarkinum, og hann langar til, men Tróndur bjargar út til horna. Andrew av Fløtum fær høvdið á hornasparkið, men bólturin dettur niður á tvørstongina og av vøllinum.
Lítla løtu seinni sleppir Andrew av Fløtum leysur inn í brotsteigin, men Rúni Elttør takklar í síðstu løtu. Carsten From var eisini nær við at fanga ein langan bólt, men Tróndur var kvikur út úr málinum.
Boð vóru í heilum eftir B36-verjuni hesa løtuna, og tað eydnaðist at halda málið reint eina løtu.
Men eftir ein hálvan tíma gekk tað ikki longur. Carsten From breyt ígjøgnum í vinstra borði og legði eftir jørð innfyri. Tróndur fekk hondina á bóltin, sum rullaði út til Rúna Nolsøe, ið langaði til úr fimm metra fjarstøðu. Málið kom, meðan Pól Thorsteinsson lá uttanfyri og fekk forbinding um høvdið.
Rógvi Jacobsen hevði møguleikan at leggja HB framum 2-0 stutt fyri steðgin. Tróndur missir eitt skot frá Andrew av Fløtum, og Rógvi er fyrstu á returinum. Hann skýtur tó beint í krovið á Tróndi.

B36 hamskiftir
B36 leikararnir fingu óivað ein veruligan uppsang í hálvleikinum, tí teir vóru sum hamskiftir, tá teir komu útaftur. Teir fingu nú sett fleiri álop í verk, og Bárður Johannesen fekk nakað at síggja til. Dysturin var nú meira javnur.
John Petersen fekk ein stóran møguleika stutt inn í seinna hálvleik. Heðin varð sendur avstað í vinstru og legði innfyri til John, sum var púra leysur, men hann prikaði bóltin framvið málinum.
Tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik fær B36 útjavnandi málið. Allan Mørkøre sendir fram til Jákup á Borg, sum er farin avstað í høgru síðu. Hann dregur inn í brotsteigin og leggur út frá til Heðin á Lakjuni, sum skýtur fyrstu ferð, men bólturin fer í hondina á Hans Lag.
Brotsspark til B36, sum liðformaðurin John Petersen tekur. Hann sendir bóltin róliga í høgru síðu, og Bárður tveitir seg hinvegin.
Hetta gav B36 blóð á tonna, og teir vóru nú ikki bangnir fyri at leypa á. HB helt hinvegin eisini fram við sínum ágangandi álopsspæli. Tað gekk tó ikki so væl at spæla seg fram til opnar málmøguleikar sum í fyrra hálvleiki.
HB var allatíðina vandamikið, og serliga ferðmikli Carsten From breyt ofta ígjøgnum í høgru síðu. Nógvir vandamiklir bóltar komu inn í brotsteigin hjá B36, men tað síðsta vantaði hvørja ferð. Bólturin ferðaðist mangan runt í B36-brotsteiginum, uttan at nakar HB-ari fekk fótin á.

Jákup fær sigursmálið
Tá fimm minuttir eru eftir av vanligu leiktíðini fær B36 sigursmálið. Ein langur bóltur verður sendur fram til John Petersen, sum forleingir bóltin fram til Heðin á Lakjuni, ið var sum ein hvirluvindur framvið Halli Danielsen.
Heðin leggur innfyri til Jákup á Borg, ið avgjørdur setir innaru síðu á bóltin, og málverjin hevði ongan møguleika at bjarga. Euforiskur stemningur í B36-húsinum.
Eftir hetta málið sendi HB bókstaviliga alt sítt fólk niðan í brotsteigin til tey bæði hornaspørkini, sum HB fekk móti endanum. Bárður Johannesen var eisini mitt í rokanum, men einki kom burturúr.
Samanumtikið má sigast, at hóast HB spældi væl gjøgnum allan dystin og skapti nógvar málmøguleikar, so var tað B36, sum megnaði at halda høvdið kalt frammanfyri málinum og fór við sigrinum.

HB-B36 1-2 (1-0)
1-0: Rúni Nolsøe, 31.
1-1: John Petersen (br.), 66.
1-2: Jákup á Borg, 85.

HB: Bárður Johannesen - Hans á Lag (Bjarni Jørgensen, 76.), Eli Thorsteinsson, Símun Eliasen, Janus M. Joensen - Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Martin Christensen - Rógvi Jacobsen , Andrew av Fløtum (Tór-Ingar Akselsen, 83.), Karsten From
B36: Tróndur Vatnhamar - Allan Mørkøre (Fróði Clementsen, 79.), Pól Thorsteinsson, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen - Heini í Skorini (Bergur Midjord, 89.), Klæmint Matras, Jens Kr. Hansen (Sverrir Kjærbo, 81.), Jákup á Borg - John Petersen, Heðin á Lakjuni
Gul kort:
HB: Martin Christensen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hans á Lag
B36: Allan Mørkøre, Kenneth Jacobsen