B36 misnýtti aftur stórar møguleikar

Hóast teir leingi stóðu gestunum úr Georgia mát á vøllinum og spældu seg til fleiri møguleikar, so noyddust teir í B36 enn eina ferð at fara málleysir av heima

Tað eru tíggju ár síðani, at føroyingar fyrstu ferð tóku lut í Europa Cup kappingunum. Ta ferðina var B36 við í europeisku steypakappingini. Mótstøðuliðið var Avenier Beggen úr Luksemborg. B36 tapti 1?0 á útivølli, og á Svangaskarði endaði tað 1?1. Kári Reynheim skoraði beinleiðis upp á fríspark fyri B36.
Síðani tá hevur B36 spælt tríggjar heimadystir í Europa Cup ? ímóti Beitar Jerusalem í 1998, ímóti Ankaragücu úr Turkalandi í 1999, og mikukvøldið fór georgiska Torpedo Kutaisi úr Gundadali við 1?0 sigri og harvið rættinum at halda fram í kappingini.
Neyvan nakar hevði roknað við, at B36 skuldi megna at vinna so stórt, at talan skuldi gerast um samantaldan sigur. Men soleiðis sum spælið myndaðist, so hevði einki forgjørt verið í, at B36 í hvussu so er megnaði javnleik.
Serliga tá havt verður í huga, at B36 fekk risa møguleika miðskeiðis í 1. hálvleiki. Eftir uppspæl í høgru spældi John Petersen til Magna á Lakjuni, sum sendi víðari til Bárð Mortansson. Nógvir spælarar vóru undir málinum, tá Bárður royndi at draga til vinstru fyri seg sjálvan og fram við málverjanum, sum óregluliga steðgaði B36 álopsmanninum. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki.
Egil Zachariasen sendi til høgru fyri seg sjálvan, men skotið var ikki nóg uttarlaga og so mikið høgt, at málverjin megnaði at bjarga. Harvið legðist enn eitt brotsspark afturat fleiri, sum B36 hevur misnýtt, og tað er einki at siga til, at bæði skjúttin, B36 legan og allir fótbóltshugaðir føroyingar iðraðu seg. Tað er ikki so ofta, at talan er um føroysk mál í Europa Cup, og tað er sjáldan, at høvið er so gylt, sum tað var hesa ferð.
Hóast teir ikki skoraðu, so var B36 meiri ágangandi í 1. hálvleiki enn mótstøðuliðið. Bárður Mortansson var einsamallur á toppinum, og aftanfyri hann var tað uppgávan hjá landsliðsmonnunum Juliani Johnsson og John Petersen (betri upplagdur enn fyrr í ár) at stuðla. Klæmint Matras og Julian Johnsson vunnu nógvar bóltar, og Julian Florescu var betri upplagdur, enn hann áður hevur verið í B36. Jákup á Borg legði fleiri ferðir innfyri úr høgru, men hann eigur at vera á einum plássi, sum gevur honum møguleikar at blanda seg meiri uppí spælið, enn hann hevði hesa ferð.
Longu tá tíggju minuttir vóru farnir átti B36 at havt fingið fínan møguleika. John stakk snildisliga inn um verjuna, og Julian slapp einsamallur ímóti málinum, men linjuverjin mistók seg, tá Bárður Mortansson, sum einki hevði við spælið at gera, varð veittraður at vera rangstaddur.
Og tað vóru fleiri aðrar spentar støður frammanfyri málinum hjá gestunum. Í frísparksstøðu vildi B36 hava brotsspark, tí Julian Johnsson skuldi vera skumpaður í ryggin. Tá vóru tíggju minuttir farnir, og tað vóru aðrir møguleikar, eftir at bólturin var komin innfyri úr høgru. John Petersen hevði ein fínan fluktara, og á hálva tímanum hevði Magni á Lakjuni, sum var ein av fleiri B36 monnum, ið tordu at bjóða seg til í samanspæli, eitt sera gott langskot. Málverjin, sum ikki tóktist serliga sannførandi bjargaði. Men tað kendist spennandi, tá spælararnir eftir steðgin komu á vøllin. Regnið var burtur, og B36 hevði í 1. hálvleiki givið ábendingar um, at teir væl kundu fáa stig burturúr og kanska vinna.

Hugsaðu um bremsuna
Sammett við í fyrra dystinum var georgiska liðið broytt á trimum plássum. Eitt nú høvdu teir nýggjan málverja. Teir spældu í traditionellari 4?4?2 útgávu. Teir høvdu nógvar krossrenningar, og teir skiftu ofta um pláss, men fyrsta tíman og meiri enn tað vóru teir sjáldan vandamiklir. Egil Zachariasen, Fróði Clementsen og Arnbjørn Danielsen hildu mótstøðumenninar í stuttum tjóðri, og tað var bara í evstu løtu, at René Tórgarð í B36 málinum hevði møguleika at vísa síni kynstur. Hann bjargaði væl, tá einsamallur maður kom ímóti honum.
Í Georgia var B36 undir veldugum trýsti í 1. hálvleiki. Hesa ferð tóktist mótstøðumenninir við góða bóltførleikanum ikki vera áhugaðir í at seta ferðina upp. Teir royndu at verja, og so dúvaðu teir uppá okkurt snarálopið. Onkra ferðina var um reppið, at teir komu í góðar støður, tá teir spældu seg fram í høgru og so skiftu í vinstra borð.
Sum 2. hálvleikur leið, vóru fleiri møguleikar í báðum endum. John Petersen var tvær ferðir tætt við dygst undir málinum, og í hinum endanum vóru teir óneyvir nakrar ferðirnar.
Sigursmálið fekk Torpedo Kutaisi, tá eitt lítið korter var eftir. Tá hevði B36 í eina løtu spent álopsbogan í vónini at vinna øll stigini. Tí var tað eitt sindur tunnligt aftarlaga á vøllinum. Eftir skjótt uppspæl í høgru gjørdist David Janashia púra leysur mitt fyri, og so var mál.
Harvið gekk tað, sum tað plagar hjá B36 í Europa Cup á heimavølli. Mótstøðumenninir fóru avstað við 1?0 sigri og halda fram í kappingini. B36 skal savna seg um tey átta umførini, sum eru eftir av landskappingini. Ein av veikleikunum higartil hevur verið, at teir hava misnýtt stórar møguleikar. Tí hava verjumistøk kostað so nógv. Soleiðis var tað eisini mikukvøldið. Men avrikið eigur kortini at geva B36 monnunum mót um, at tað nú fer at hilnast betri í landskappingini, enn tað hevur gjørt.
Í Europa Cup eru føroysku liðini framvegis millum tey smæstu. Men kanska GÍ og KÍ seinni í summar fara at venda upp og niður upp á hetta! Teimum verður ynskt alt tað besta.