Klokkan 19 fer Dagfinn Forná at bríksla fyri fyrstu ferð á Skála, har B36 er gestur í útsetta landskappingardystinum frá 16. umfari.
Skála spælir fyri at vinna fyrsta sigurin í ár, og eftir tapið í grannauppgerðini ímóti HB spælir B36 fyri at varðveita møguleikan at vera við í kappingini um heiðursmerki.
Skála er í somu útgávu, sum tað var sunnudagin, tá ið tað endaði við 4-1 tapi á útivølli ímóti NSÍ.
Hjá B36 eru fleiri broytingar, tá ið sammett verður við teir, sum higartil í ár hava spælt oftast.
Liðformaðurin og verjuálitið Andrias H. Eriksen er framvegis skaddur. Benjamin Heinesen, sum hevur verið fastur í høgru í verjuni, er ikki við, og tað eru teir báðir, sum plaga at vera á sentrala miðvøllinum heldur ikki – Eli Falkvard Nielsen og Magnus Holm Jacobsen. Benjamin Heinesen og Eli Falkvard Nielsen eru tó á beinkinum.
Skála – B36 kl. 19.00
Dómari: Dagfinn Forná
Skála: Bárður á Reynatrøð – Jónhard Frederiksberg, Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Karl Martin Johansen – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein, Ronni Møller Iversen, Poul Kallsberg – Aksel B. Danielsen
B36: Símun Rógvi Hansen – Andreas Thomsen, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Stefan Radosavljevic, Ragnar Samuelsen – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Hannes Agnarsson – Sebastian Pingel