EB/Streymur boðar í kvøld frá, at sáttmáli er skrivaður við 20 ára gamla Jákup Højgaard. Hann er 20 ára gamal og kemur úr B36, har hann í fjør var triðja val aftaná Tórð Thomsen og Trygva Askham.
Tað er væntandi, at hann skal kappast við Jákup Andrias Hansen um at vera fyrstaval í Effodeildini. Felagið hevur nevniliga ikki longur René Tórgarð í hópinum.
Jákup Højgaard, sum hevur verið partur av føroysku U17-, U19- og U21-landsliðunum, hevur skrivað sáttmála fyri kappingarárið 2015.