B36 mátti arbeiða hart

B68 helt leingi B36 frá málmøguleikum, men í evstu løtu eydnaðist tað Bergi Midjord at vinna B36 øll stigini til Havnar

FÓTBÓLTUR

 

Uppflytararnir úr B68 hava havt eitt gott kappingarár higartil í ár, og á heimavølli hava teir verið sera sterkir. Tað var tískil ikki ein løtt uppgáva, sum bíðaði B36 mikukvøldið. B36 hevur eisini havt trupult við at skapa málmøguleikar í ár, og hetta kundi koma at kosta á Toftum, har B68 bara hevur latið trý mál inn higartil í ár.

 

Tolið heimalið

B68 leikti ein sera góðan dyst ímóti ÍF um vikuskiftið, og vónirnar til hendan heimadystin mundu vera góðar. Tað var tó ikki eitt B68-lið, sum eyðsæð vildi nakað frameftir vøllinum, ið kom á vøllin. B68 legði seg langt aftur á vøllin, og B36 fekk nógv pláss at leika á. Senegalesararnir hjá B68 vístu tó góðan stríðsvilja, og góði bóltførleiki og kvikleiki teirra lótu altíð ein vanda vera til staðar hjá B36.

B36-spælið endaði tó sjáldan við vandamiklum støðum, og tættari enn okkurt langskot komu teir ikki. B68 lá framvið, men eiheldur teir megnaðu at hótta B36-spælið so mikið, at teir vóru tætt við at leggja seg á odda.

B36 vísti betra spælið í fyrra hálvleiki, men eitt tolið og passivt heimalið helt B36 frá vandastøðunum. Mesta spælið fór fram í einum bóltbardaga á miðjuni, og hálvleiksstøðan gjørdist væl hóskandi 0-0.

 

Trýst á báðar endar

Tað var eitt meira vakið og framrættað B36-lið, sum kom á vøllin í seinna hálvleiki. B36 spældi rættiliga beinleiðis á málið, meðan B68 ikki menti sær nógv frameftir vøllinum. B36 hevði eitt stórt trýst á B68-málið stóran part av seinna hálvleiki, men úrslitaleysu álopini høvdu hug at møða B36-leikararnar so mikið, at B68 ímóti endanum fekk eitt gott yvirtak og nærkaðust B36-málinum í stórum. Neyvleikin var tó ikki til staðar hjá nøkrum liði, og málmenninir høvdu ikki nakran sváran arbeiðsdag. B68 var tó ofta vandamikið í deyðbóltsstøðum, men langar avleveringar, sum hevur verið ein stór hjálp hjá B68 í ár, var lítil hjálp hendan dagin.

Hóast liðini høvdu trupult við at skapa málmøguleikar í regninum á Svangaskarði, so skuldi tað vísa seg, at eitt sigursgevandi mál skuldi falla. B68 misti bóltin í uppspælinum, og B36 fór í mótálop. Uppspælið endaði í vinstru síðu, har eitt innlegg varð sent til Berg Midjord, sum ikki sveik einsamallur frammanfyri málinum og skoraði til endaliga úrslitið, 1-0. Ein B68-verjuleikari stóð tó frammanfyri Berg, men heldur ósannførandi kiksaði hann bóltin, sum hann á einum vanligum degi hevði ruddað burtur í svøvni.

Trýstið hjá B36 gav úrslit hóast alt, og hetta heldur teir framvegis livandi í oddastríðnum, har teir nú hava 16 stig á 3. plássi. B68 kom nú niður á jørðina aftur, og verður verandi mitt í deildini við 11 stigum.