Hóast hann einans er 30 ára gamal, so hevur hann valt at gevast við fótbóltinum – í øllum førum fyribils. Talan er um B36-miðvallaran, Hanus Thorleifsson, sum – hóast hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum – hevur valt at gevast longu nú.
- Eg havi valt at steðga við fótbólti í bestu deildini – fyribils í øllum førum. Tað er ymiskt, sum spælir inn, men arbeiði, skúli og leikluturin sum pápi skulu ganga hond í hond, og í løtuni er tað trupult hjá mær at fáa tíðina at røkka til fótbóltin eisin, sigur Hanus við heimasíðuna hjá B36 og heldur fram:
- Men eg eri takksamur, og eg haldi meg kunna steðga við góðari samvitsku. Við mínum avmarkaða talenti og góðum stríðsvilja havi eg upplivað nógva stórar og góðar løtur við fótbóltinum. Eg havi spælt stórdystir heima í Føroyum, spælt europiskar dystir og enntá eisini verið á landsliðnum.
Hanus hevur eisini spælt við Skála, HB og ÍF, men tað eru tíðarskeiðini í B36, sum hann hevur verið glaðast fyri.
- Míni bestu ár havi eg havt her í felagnum. Fyrst í 2006-09 og síðani 2014-16. Hetta er ein fantastiskur felagsspakur, sum hevur havt stóran týdning hjá mær, og tað verður uttan iva eitt tómrúm, sum nú skal fyllast. Mítt ráð til ungu spælararnar her í felagnum er í øllum førum, at teir skulu njóta løturnar. Hetta er ikki øllum beskorið, og tað skulu teir altíð minnast til, sigur Hanus við b36.fo.










