B36 legendur bjóða av til innandurakapping

30. desember bjóða legendurnar frá 97’ liðnum hjá B36 av til innandurakapping

30. desember bjóða legendurnar frá 97’ liðnum hjá B36 av til innandurakapping í høllini á Hálsi. Fleiri av kendu fótbóltsnøvnunum í Føroyum, bæði yngri og eldri, hava longu meldað til.

 

Tað eru U12 liðini hjá B36, sum skipað fyri kappingini, har hvørt lið hevur fýra spælarar á vøllinum, umframt at tað er loyvi at hava ein eykaspælara. Kappingin er fyri bæði kvinnur og menn og seinasta freist at melda seg er 28. desember.

 

Vinnarin av Café Natúr Cup vinnur VIP-rúmið í Café Natúr við góðum mati, og VIP-rúmið í Luux seinni á kvøldi.