B36 er sambært støðutalvuni í løtuni frægasta boðið, um talan skal gerast um, at HB ikki skal verða meistari.
Í báðum royndunum síðani summarsteðgin hava teir í árstalsfelagnum fingið fult, og tað sær ikki so galið út. Burtursæð frá Arnbirni Danielsen, sum hevur ilt við at sleppa av við skaðan í lærkrikanum, sum hevur plágað síðani undan Europa Cup ferðini til Letlands, eru allir spælararnir tøkir. Pól Thorsteinsson hevur ikki vant so nógv saman við hinum í vikuni. Hann hevur runnið fyri seg sjálvan, men teir roknaðu í gjár við, at hann verður tøkur í morgin. John Petersen varð útskiftur í Klaksvík, men hann hevur ongar trupulleikar at spæla.
Tá ið B36 fekk fulla úrtøku í Klaksvík, var Egil á Bø einasti málskjúttin. Øll árini í EB/Streymi og eisini, tá ið hann var í Fuglafirði, var Egil álopsspælari. Eftir at hann var komin í B36, vísti tað seg ikki at vera pláss fyri honum í fremstu røð, har Jákup á Borg og John Petersen vóru sjálvskrivaðir. Tí gjørdist Egil verjuspælari, og hann hevur verið í aftastu røðini síðani 2000 og inntil nú eftir summarsteðgin. Í Klaksvík vísti hann, at máltevinum framvegis ikki bilar nakað.
- Lagið er gott, og tað gongur væl, tá ið vit venja. Vit hava avgjørt ikki mist mótið um, at tað skal eydnast at fáa HB aftur. Men vit eru greiðir yvir, at um tað skal eydnast, so er neyðugt hjá okkum at fáa fult hvørja ferð. Í so máta er talan so at siga um eina finalu hvørja ferð, vit fara á vøllin. Tí hava vit ikki ráð at kiksa ímóti GÍ, sigur Egil á Bø.
Skal standa sína roynd
Í vár gekk sum eftir ánni hjá GÍ. Inntil teir taptu stórt á heimavølli ímóti B36. So gekk tað nógv verri. Síðani summarsteðgin hevur GÍ fingið fult. Fyrst ímóti ÍF og so ímóti B68. Hesi bæði liðini eru á aftastu plássunum. Í Gundadali fær GÍ høvi at vísa, at teir eisini eru førir fyri at fáa stig frá teimum fremstu.
Burtursæð frá Hanusi Jacobsen, sum sá reytt ímóti B68 og tískil er leikbannaður, eru allir GÍ spælararnir tøkir. Undir venjingunum í hesi vikuni hevur nýggi pólverski spælarin, Adam, sum ímóti B68 taldist millum málskjúttarnar, víst, at hann hevur gott fótbóltsskil. Spurningurin er tí, um hann verður fremstur, ella um hann verður á miðvøllinum, og kanska Súni Olsen, sum seinastu vikurnar hevur víst, at hann er ógvuliga væl fyri, verður fluttur fram aftur í næstfremsta leiklutin.