Hetta er einasti dysturin í dag, og tí hevur B36 møguleika at leggja seg á odda í Formula-deildini, tó at hetta kanska bert er fyri 24 tímar.
Tað verður tó kanska uttan Klæmint Matras, sum fekk ein snudd í sigrinum á EB/Streymi fyri viku síðani. Hinvegin verður roknað við, at bæði Sylla og Heini í Skorini eru klárir, eftir at teir noyddist av vøllinum seinast.
Hjá AB er mest sum víst, at Súni Fríði Barbá ikki verður við. Álopsveteranurin hevur ein skaða, og tað er uttan iva dyggur smeitur hjá AB. Hartil er málverjin, Magnus E. Poulsen ivasamur. Verður hann ikki tøkur, verður tað helst Tony Rasmussen, sum skal verja meskarnar.










