Í annaðkvøld fær B36 vitjan av Linfield úr norðurírska høvuðsstaðnum, Belfast. Í fyrra dystinum, sum varð spældur á Windsor Park í Belfast, megnaði B36 at fáa ein málleysan javnleik við sær heim aftur til Føroya, og letur tað upp fyri møguleikunum fyri at spæla seg víðari til annað umfar í Champions League, har AEL Limassol av Kýpros bíðar.
B36 hevur allar leikararnar tøkar til dystin.
Ikki hissini mótstøða
Tað er lítið at taka seg aftur í, at Linfield, sum hevur heimsmet fyri flest meistaraheiti (51), er eitt lið á høgum støði. Felagið liggur væl fyri í høvuðsstaðnum í Norðurírlandi, og við sera góðum umstøðum á tjóðarleikvøllinum hevur felagið í fleiri ár megnað at útvegað sær sterkastu leikararnar í landskappingini og í fleiri førum eisini leikarar aðrastaðni í Stórabretlandi, sum eisini hava roynt seg í lægru deildunum í Onglandi.
Lyklaleikarin er 28 ára gamli áleyparin, Peter Thompson, sum hevur skotið fleiri enn 200 mál fyri felagið og tekur nógva ábyrgd á sínar herðar. Hetta sama gjørdi hann í fyrsta dystinum ímóti B36, tá ið hann tók brotsspark, ið teimum varð tilluttað, men hann megnaði ikki at fáa bóltin framvið Meinhardti Joensen. Spurningurin er, um hetta hevur skakað hann, ella um hann nú bara hevur fingið enn fleiri grundir at vísa, hví hann hevur skotið fleiri enn 200 mál fyri felagið og hevur roynt seg á norðurírska landsliðnum.
Off-season og skaðar
Tað, sum iðrar Linfield-leguna allarmest, er, at heimliga kappingin endaði fyri tveimum mánaðum síðani, og at dystarvenjingin als ikki er góð. Fleiri av leikarunum eru júst heimkomnir av ferium teirra, somuleiðis sum teir hava fleiri skaðar at dragast við. Michael Gault, Philip Lowry, Alan Blayney og Albert Watson eru allir úti við skaða.
Í stórum løtum av fyrra dystinum ímóti B36 var tað ikki til at síggja, at liðið ikki er í góðari dystarvenjing, men í avgerandi løtunum var tað hinvegin til at síggja. Teir høvdu trupult við at lata B36-verjuna upp og at tilspæla sær stórar málmøguleikar.
Linfield favorittur
Úr øllum borðum verður Linfield mettur sum favorittur til dystin ímóti B36, og teir, sum helst vita allarbest um hetta, eru veddingarfyritøkurnar. Ikki færri enn 19 veddingarfyritøkur hava útboð av oddsum til dystin, og útfrá framroknaðum miðaltølum siga prosentini, at tað er 46% møguleiki fyri at Linfield vinnur dystin. Sannlíkindini fyri javnleiki eru 28%, meðan ein sigur til B36 er 26%, um vit spyrja veddingarfyritøkurnar.
Hetta er sum vent í holini í mun til dystin í Belfast, har summar veddingarfyritøkur ikki góvu B36 størri enn 5% møguleika fyri at vinna.
Útrokningar og aðrar gitingar verða tó helst allar gloymdar kl.18 í annaðkvøld, tá ið B36 fer á vøllin at royna at stríða seg víðari í Champions League, eins og teir hava gjørt áður.










