B36 kann ikki kæra

Reglugerðirnar hjá FSF staðfesta, at avgerðin hjá Kappingarnevndini um Christian Restorff Mouritsen er endalig.

B36 noyðist eftir øllum at døma at staðfesta, at tað ber ikki til hjá teimum at knýta Christian Restorff Mouritsen afturat hópinum hetta kappingarárið. Grein 5 í reglugerðini fyri Aganevndina staðfestir nevnliga, at avgerðir um útskrivan og gildi av spæliloyvum eru endalig, tá Kappingarnevndin hevur tikið støðu til hesi. Tó kann Kappingarnevndin av sínum eintingum biða Aganevndina taka støðu til mál.