B36 í selskapi við Barcelona, Real Madrid og Arsenal

Tvey føroysk umboð fara at virka í arbeiðsbólkum hjá ECA

ECA, European Club Association, er ein felagsskapur, sum áhugamálini hjá teimum ymsu fótbóltsfeløgunum runt í evropa. Nevnast kann, at navnframi Karl-Heinz Rummenigge er formaður í felagsskapinum.

 

ECA virkar við ymsum arbeiðsbólkum. Teirra uppgáva er at arbeiða við ymsum málum, ið eru aktuel fyri fótbóltsfeløgini í evropa. ECA miðar ímóti, at bæði tey stóru, miðal og smærru feløgini eru umboðað í hesum arbeiðsbólkum.

 

Og sigast má, at tað er eisini pláss fyri teimum smærru í arbeiðsbólkunum. Í dag hevur ECA kunngjørt arbeiðsbólkarnar fyri tíðarskeiðið 2015-2017, og har eru tveir føroyskir nevndarlimir í høvuðsstaðarfeløgunum báðum, ið eru slopnir upp í part.

 

Umsitingarligi samskiparin í B36, Andrass Thomsen, hevur fingið sess í arbeiðsbólkinum "ECA Legal Advisary Panel", meðan formaðurin í HB, Finnbogi Arge, hevur fingið pláss í arbeiðsbólkinum "ECA Finance Working Group". Hetta kunnger B36 á Facebook-síðu sínari.

 

At felagsskapurin er fyri øll verður váttað á tann hátt, at tað er ikki hissini av umboðum, sum føroyingarnir skulu arbeiða saman við. Í arbeiðsbólkinum hjá Andrassi Thomsen eru millum annað umboð úr FC Barcelona, Real Madrid og ikki minst Arsenal.