Jákup Mikkelsen, landsliðsmálverjin hjá B36, staðfesti eftir dystarlok, at teir høvdu tapt móti einum liði, sum hevði staðið seg betri, enn árstalsfelagið hevði megnað.
- Tað gleið ikki soleiðis, sum tað skuldi, hjá okkum í dag. Vit høvdu ilt við at spæla okkum til møguleikar, og sum heilt hekk tað ikki nóg væl saman.
Hetta var smeitur í stríðnum at endurvinna meistaraheitið?
- Avgjørt, men vit eru á ongan hátt burtur úr tí stríðnum. Vit fara heilt víst at koma fyri okkum aftur. Kappingin er long, og vit eru framvegis væl við.
Hvussu verður við Europa Cup og steypakappingini?
- Nú stendur heimadysturin móti maltesiska liðnum á skránni. So verður tað aftur landskappingin. Vit høvdu roknað við, at tað fór at verða tætt millum dystirnar í juli mánað. Nú er støðan øðrvísi. Vit hugsa als ikki um steypakappingina. Í staðin fyri í juli so sær tað út til, at tað verður nógv á skránni í august og í september. Tað mugu vit bara taka, sum tað kemur, sigur Jákup Mikkelsen.










