B36 hevur undanvind

Fótbóltur: Árstalsfelagið úr Havn hevur havt rættiligan undanvind seinastu umførini og eru fullir av sjálvsáliti nú teir fara inn á Svangaskarð

Fram til í fjør hevði B36 ongantíð vunnið á Svangaskarði, men tá FM heitið varð vunnið, var tað m.a. tí B36 vann rudduligan 3-0 sigur á Toftum.

Árstalsmenninir í høvuðsstaðnum fara inn á Skálafjørðin fullir í sjálvsáliti. Síðani summarsteðgin hava teir havt nógvan undanvind, og teir hava ikki tapt, síðani teir 13. juni lógu undir við 2-0 á Skálafjarðarstevnu í Runavík.

Einasti spælarin hjá B36, sum er leikbannaður, er Ninoslav Milankovic.

Hjá B68 er eitt sindur torførari. Ingi Hansen og Niels Suni Poulsen eru farnir av landinum og vera neyvan við aftur í ár. Sámal Erik Hentze er framvegis skaddur, og málverjin, Magnus Poulsen, sum øll síni ungdóm ár hevur spælt við B36, hevur ikki fingið vant í vikuni, tí hann er skaddur í knænum. Á plusssíðuni telur tað nógv, at Øssur Hansen er leysur av leikbanninum, sum hann hevði móti VB. Oleif Joensen hevur vant í vikuni. Felagið, sum hann hevur vant við í Danmark, hevur latið spæliloyvið frá sær, og toftamenn roknaðu við at fáa tað í gjár.

Tá B36 og B68 hittust í Gundadali fyrr í summar vann B36 2-1.