Meistararnir í B36 vístu fyri góðari viku síðani styrkina, sum oftast er eyðkend fyri topplið. Tað gekk einki serligt ímóti uppflytarunum í FC Suðuroy, men í evstu løtu glapp tað, og øll stigini komu til høldar.
Í dag er B36 á útivølli, men hagtølini siga, at tað ikki nýtist at vera til serligan ampa. B36 er á veg til Klaksvíkar, har árstalsfelagið, sum í vikuni fylti 76 ár, seinastu tjúgu árini bara er farið fýra ferðir tómhent av vøllinum.
Í fjør vann B36 2-0 og 3-0 í Klaksvík. Síðstu KÍ heimasigrarnir á meistarunum vóru í 2008, tá ið úrslitini vóru 2-1 og 2-0.
Tað kemur væl við hjá B36, at tað eru nógvir skikkaðir um boðini til miðvallarplássini. Ingi Højsted er orsaka av skaða ikki førur fyri at spæla næstu vikurnar, og Atli Danielsen hevur eisini verið skaðaplágaður. Fyrr í ár var tað bruni í stórutá, sum órógvaði. Ímóti FC Suðuroy var tað trupulleiki í rygginum, sum helt Atla burtur frá møguleikanum at vera millum teir fyrstu ellivu, og tað er sami trupulleiki, sum í hesi vikuni hevur hildið honum burtur frá venjingunum saman við liðfeløgunum. Teir vóna, at hann verður tøkur ídag.
Í Klaksvík er lagið gott, og tað er ikki frítt, at tað hevur sást aftur í áhugaðum kring vøllin venjingarkvøldini, at úrslitið í Streymnesi sunnudagin var 1-1 ímóti heimavallarfavorittunum.
Útskiftingarnar hjá Pálli Guðlaugsson í Streymnesi bendu á, at tað er stór kapping um plássini, og tað er positivur trupulleiki. Einasti maður, sum síðsta sunnudag var burtur frá orsaka av skaða, var vongverjin Rudold Eliasen, sum framvegis er skaðaplágaður.
Dagfinn Forná verður 23. maður í Klaksvík, har fyrsta bríkslið í dag verður klokkan 15.