B36 hevur styrkt um leiðsluna

Tað er nógv, sum bendir á, at B36 fer at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti Víkingi.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki er støðan 2-0 til B36. Málskjútti í seinna førinum var Bergur Midjord, sum við góðum skoti sendi bóltin í málið aftanfyri Geza Turi.