B36 hevur longt við Jákup á Borg

Jákup á Borg verður eisini venjari hjá B36 í 2021. Hópurin og leiðslan hava peikað á hann

B36 boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við venjaran, Jákup á Borg. Sáttmálin er galdandi fyri 2021.

- Vit umrøddu málið saman við Jákupi. Í samráð við venjaran sjálvan tosaðu vit fyrst við umboð fyri hópin, og her vóru greiðu boðini, at teir høvdu ilt við at peika á nakran annan venjara her á landi, sum á sama hátt kundi leiða hópin móti komandi málum. Tí var tað sjálvsagt, at vit fóru í samráðingar við Jákup, og tað er gleðiligt, at vit nú eru komin á mál við hesum, sigur Magni V. Mouritsen, formaður í B36.

- Venjarin, sum í meðal hevur avrikað best av øllum venjarum hjá B36, verður eisini høvuðsvenjari hjá B36 í 2021. Kanska mest týdningarmikli brikkurin av øllum í putlispælinum, sum støðugt verður lagt fyri komandi tíðina, er nú komin upp á pláss. Jákup á Borg hevur nevnliga sett sítt navn á sáttmála, sum knýtur hann og B36 at hvørjum øðrum til árslok 2021, skrivar B36.fo

B36 hevur ikki gjørt teir nógvu sáttmálarnir higartil í ár, men nú er líkt til at gongd kemur á málið. Felagið sigur í tíðindaskrivi, at fremsta raðfesting er at fáa venjaran upp á pláss.

- Heldur órógvaða kappingin í ár hevur havt við sær, at tað hevur tikið sína tíð, áðrenn tað veruliga er komið gongd á ymsu samráðingarnar, og her var kanska týdningarmesti spurningurin, hvør skuldi standa sum høvuðsvenjari næsta ár, skrivar B36.fo.

##med2##

Jákup á Borg gavst sum spælari í 2016, og í 2017 stóð hann á odda fyri besta liðnum. Tað hava summi sett spurnartekin við. 

- Fleiri hildu tað kanska vera váðið, tá vit í 2017 fluttu Jákup beinleiðis í høvuðsvenjarasessin, eftir at hann í mong ár hevði verið lyklaspælari hjá okkum, men úrslitini tala fyri, at hetta var ein røtt avgerð. Tey trý árini, sum hann higartil hevur fullført sum venjari, hevur Jákup á hvørjum ári verið við til at vinna heiðursmerki í bestu deildini, og tvær steypafinalur er tað eisini blivið til, harav minniliga finalan í 2018 sjálvandi varð vunnin. 2018 var eisini árið, har vit tvær ferðir vunnu okkum víðari í europiskum høpi, og køldu hagtølini staðfesta eisini, at Jákup skal roknast millum fremstu venjararnar her á landi. Higartil hevur hann staðið á odda fyri besta mansliðnum í 97 dystir, og hava hesir givið eina úrtøku upp á 201 stig. Tað gevur eitt meðal upp á nærum 2,1 stig fyri hvønn dyst yvir eitt fýra-ára tíðarskeið, og tað eru tøl, sum eingin annar venjari her á landi kann vísa á, skrivar B36.fo.

##med3##

B36 liggur í løtuni á triðja plássi í landskappingini, er víðari í kappingini um Løgmanssteypið og skal í næstum spæla í Evropa.