Í dag verður punktum sett fyri 2010 kappingarárið í fótbólti. Ofta hevur tað víst seg, at intensiteturin hjá teimum, sum ikki eru við í FM kappingini, gerst minni, sum umfar dettur av umfari, og at tað verður longri millum venjingarnar, sum kanska ikki altíð eru so fokuseraðar.
Soleiðis er tað ikki í B36, sigur Allan Mørkøre, venjari:
Liðið spruttar av spæligleði. Úrtøkan hevur verið góð nógvu tær seinastu ferðirnar, og tað er serliga hugaligt, nú spælið eisini er vorðið heilt gott. Tí harmast vit um, at tað í dag er umfar nummar 27 á skránni. Okkum hevði dámað betri, um kappingin bara var komin í helvt.
Hóast B36 ikki hevur so nógv sum mótstøðuliðið í dag at stríðast fyri, so verður tað sambært venjaranum, Allani Mørkøre, lagdur stórur álvari í avbjóðingina, sum hann sær fleiri perspektiv í:
- Tað er als eingin trupulleiki at seta mínar spælarar upp til hesa avbjóðingina. Heldur er tað tvørtur ímóti. Eg havi sagt við teir, at teir mugu vera tilvitaðir um at finna røttu javnvágina soleiðis, at teir ikki vera ovtendraðir.
Men tit hava ikki so nógv at spæla fyri sum grannarnir?
- Soleiðis síggja vit ikki upp á tað. Tað er altíð hugaligt at vinna grannauppgerðirnar, og seinastu tíðina hevur B36 havt gott tak á HB. Og harafturat hevur tað stóran týdning at røkka fjórða ella fimta plássinum. Fjórða plássið kann bera altjóða luttøku við sær, og fimta plássið tryggjar ein heimadyst eyka í mun til tann, sum endar á sætta plássi.
Tað er ikki formliga fráboðað, at Allan Mørkøre eisini næsta ár skal hava ábyrgdina av B36, men vit skilja á honum, at hann hevði einki havt ímóti at fingið ta uppgávuna:
- Fyri B36 hevði tað verið sera spennandi at hildið fram við hesum liðnum. Talan er um fína samanseting og blanding, sum heilt víst kann standa seg ímóti øllum í føroysku kappingini.
At tað hevur hilnast so væl seinastu ferðirnar hevur Allan hesa forkláringina uppá:
- Vit hava spælt við sama liðnum í nógv umfør. Sjálvsálitið og innanhýsis fatanin hjá spælarunum eru ment, og tað vísti seg at vera gagnligt, tá ið landsliðssteðgur var í tvær vikur um mánaðarskiftið august-september. Tá vandu vit sera hart, og tað er ivaleyst ein stórur partur av orsøkini til góðu gongdina seinatsu fimm umførini. Tær báðar vikurnar í Katar góvu nógv, og tá ið tað, tíverri, er talan um síðsta umfar í dag, so ætla vit at seta eitt orduligt punktum, sigur B36 venjarin.
Allir B36 spælararnir eru tøkir undan stóru grannauppgerðini í Gundadali. Eisini Johan Ellingsgaard, sum seinastu vikurnar hevur verið heima í heystfrí og verður á dómaraseðlinum ídag.