Í annaðkvøld klokkan 20.45 lokala tíð - klokkan 19.45 føroyska tíð - spælir B36 seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Europa Conference League á útivølli í Saravelle í San Marino. B36 vann fyrra dystin móti Tre Fiori við einum teprum 1-0 sigri.
Tað vera umleið 23-24 stig, men lukkutíð er sólsetur klokkan 20.38, so vónandi vera teir í B36 ikki ov darvaðir av umstøðunum.
Dysturin verður vístur á stórskíggja í B36-húsinum.
17 veddingarfyritøkur hava B36 sum ein lítlan favoritt til at vinna dystin í Saravelle í annaðkvøld.
Oddsini uppá útisigur til B36 liggja millum 1,76 og 1,83. Oddsini uppá heimasigur til Tre Fiori liggja millum 3,80 og 4,50.
Oddsini uppá javnleik aftaná vanliga leiktíð, ið er eitt úrslit sum sendir B36 víðari í kappingini liggja millum 3,09 og 3,66.
Her eru oddsini hjá teimum 17 veddingarfyritøkunum:
##med2##