B36 hevur beina kós ímóti FM

Eftir sera dramatiskt seinnapartsumfar hevur B36 í dag orduliga styrkt um sína støðu sum stórfavorittur at vinna FM.

B36 er nú fýra stig frammanfyri EB/Streym, sum framvegis er næstfremst, hóast tað ikki eydnaðist at vinna meiri enn eitt stig burturúr heimadystinum ímóti Víkingi, sum hevur mist møguleikan at vinna FM.

Tað gjørdist nógv meiri spennandi í Sørvági síðsta partin av tíðini, enn tað fyrsta tíman sá út til, at tað skuldi verða. Men B36 megnaði at vinna 3-2 í Sørvági, eftir at toppliðið eina løtu var frammanfyri við trimum málum.

Sigurin gjørdist eyka søtur hjá B36, tá ið tað ikki eydnaðist EB/Streymi at vinna fulla úrtøku burturúr heimadystinum ímóti Víkingi.

Eftir at EB/Streymur hevði vunnið tíggju landskappingardystir á rað, kiksaði tað í dag. Víkingur var frammanfyri 3-2, inntil vanliga leiktíðin var farin, men so eydnaðist tað EB/Streymi at javna eftir hornasparksinnlegg, og harvið er EB/Streymur fýra stig aftanfyri stórfavorittin at vinna FM, B36, sum hevur møguleika at tryggja sær FM sunnudagin, tá ið B36 skal til Runavíkar.

NSÍ stórskjúttin Klæmint A. Olsen skoraði bæði málini, tá ið NSÍ tryggjaði sær trý stig og harvið fjórða plássið, tá ið HB varð sent úr Runavík við 2-1 tapi.

Hóast HB noyddist krøkt úr Runavík, so linkaði trýstið í botninum eitt sindur, tí nú hevur 07 Vestur bara tvey umfør at vinna fimm stig inn á HB og B68 - og málmunurin hjá 07 Vestur er nógv lakari, enn hann er hjá teimum báðum liðunum, sum vágaliðið á pappírinum framvegis hevur møguleika at røkka.

Fyri triðju ferð í ár eydnaðist tað ÍF at vinna fulla úrtøku ímóti B68. Dánjal á Lakjuni skoraði sigursmálið beinanvegin í 1. hálvleiki. Úrslitið ber við sær, at ÍF hevur tryggjað sær rættin at spæla í bestu deildini í 2012.

 

 

25. umfar

B71-KÍ 0-1 (0-0)

0-1: Hjalgrím Elttør 90.

 

B68-ÍF 0-1 (0-1)

0-1: Dánjal á Lakjuni 3.

Dómari: Dagfinn Forná

B68: Tórður Thomsen – Dánjal Pauli Højgaard, Christian Stokholm, Oddur Højgaard, Niklas Joensen – Jónleif Højgaard, Ndende , Jann Ingi Petersen, André Olsen (Dion B. Splidt, 75.), Remi Langgaard – Kristian Anton Andreasen (Bjarki Johannesen, 75.)

Gult kort: Jan Ó. Ellingsgaard, Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin

ÍF: Jákup Mikkelsen – Uni R. Petersen, Poul Ennigarð (Áki Petersen, 35.), Bartal Eliasen, Jan Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni (Marageir Toftegaard, 90.), Aleksandar Jovevic, Karl Løkin, Bogi Løkin, Nenad Saric – Andy Olsen (Frank Poulsen, 67.)

Gult kort: Jónleif Højgaard

 

EB/Streymur-Víkingur 3-3 (0-1)

0-1: Bárður Hansen 44.

0-2: Hans Jørgen Djurhuus 50.

1-2: Hans Pauli Samuelsen 55.

1-3: Hans Jørgen Djurhuus 58.

2-3: Leif Niclasen 59.

3-3: Gert Hansen 90.

Dómari: Lars Múller

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos – Sorin Anghel, Pauli G. Hansen, Daniel Udsen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Sorin Anghel

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen (Hjartvard Hansen, 72.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Niclas Niclasen, Evrard Blé, Hans Jørgen Djurhuus (Kaj Leo í Bartalsstovu, 62.) – Sam Jacobsen, Páll Klettskarð

Gult kort: Hanus Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus, Niclas Niclasen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Atli Gregersen, Evrard Blé

 

07 Vestur-B36 2-3 (0-3)

0-1: Lukasz Cieslewicz 1.

0-2: Róaldur Jakobsen 39.

0-3: Súni Olsen 41.

1-3: Clayton Soares 60.

2-3: Jákup Sveinbjørn Olsen 80.

Dómari: Alex Troleis

07 Vestur: Hans Jørgensen – Sjúrður Ellefsen, Tehe Aristidé, Kingsley Amunike (Torstein Mýlingstind, 70.), Ragnar Nattestad – Jákup Sveinbjørn Olsen, Holgar Durhuus, Joseph Bassene (Jens Erik Rasmussen, 76.), Eli F. Nielsen, Badara Diedhiou (Hørður H. Johansen, 76.) – Clayton Soares

Gult kort: Sjúrður Ellefsen

B36: Meinhard Joensen – Atli Danielsen, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen – Heini í Skorini (Ingi Højsted, 68.), Klæmint Matras, Súni Olsen, Róaldur Jakobsen (Kenneth Jacobsen, 89.)– Jákup á Borg (Mahmud Suleiman, 56.), Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Mahmud Suleiman

 

NSÍ-HB 2-1 (1-1)

1-0: Klæmint A. Olsen 28.

1-1: Hanus Thorleifsson 34.

2-1: Klæmint A. Olsen 52.

Dómari: Rúni Gaardbo

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Fritleif í Lambanum, Einar T. Hansen - Debes Danielsen (Árni Frederiksberg, 46.), Júsatinus R. Hansen, Jann Martin Mortensen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen

Gult kort: Einar T. Hansen, Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen

HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Fróði Benjaminsen, Óli Arge (Kristin R. Mouritsen, 59.) - Símun Samuelsen, Tróndur Jensen (Bogi Reinert Petersen, 83.), Vagnur Mohr Mortensen, Hallur Hansson, Hanus Thorleifsson (Jógvan Andrias Nolsøe, 79.) - Hendrik Rubeksen

Gult kort: Rógvi Holm

upplýsingarnir eru við støði í dómaraseðlunum, onkrir umvegis faroesoccer.com

 

Støðan

B36 61

EB/Streymur 57

Víkingur 53

NSÍ 38

KÍ 31

ÍF 28

B68 26

HB 26

07 Vestur 21

B71 11

 

26. umfar

Sunnudagin 16. oktober

Víkingur-ÍF

EB/Streymur-B71

HB-KÍ

07 Vestur-B68

NSÍ-B36

 

---

 

 

Liðugt!

90+3

2-3

 

85 min.

2-3

B36 hevur havt vandamikla frísparksroynd, men Hans Jørgensen bjargaði til horna, eftir at Súni Olsen royndi seg úr 19 metrum.

 

80 min.

2-3: Jákup Sveinbjørn Olsen

So er tað vorðið rættuliga spennandi í Sørvági. Eftir fríspæling frá Clayton Soares hevur Jákup Sveinbjørn Olsen skorað, og harvið er munurin bara eitt mál, eftir at B36 eina løtu var frammanfyri við trimum málum!

 

75 min.

1-3

B36 hevur tak á tí, og 07 Vestur tykist ikki megna at leggja so stórt trýst á toppliðið, at upplagdir málmøguleikar spyrjast burturúr

 

65 min.

1-3: Clayton Soares

B36 vildi hava rangstøðu, men dómarin lat ikki við seg koma, tá ið Clayton Soares tamdi og hegnisliga setti bóltin dygst inn við stólpanum og í málið.

 

60 min.

0-3

Mahmud Suleiman hevur loyst Jákup á Borg av í B36 álopinum.

 

55 min.

0-3

Oddaliðið er leikliga greitt omaná, og B36 hevur havt onkrar málmøguleikar. Tað er einki, sum bendir á, at heimaliðið skal koma fyri seg aftur.

 

 

Hálvleikur

45 min.

0-3

Tað er sera gott í B36 leguni. Ikki bara tí teirra lið er á odda, men eisini tí Víkingur er á odda við Margáir!

 

42 min.

0-3

B36 er á veg ímóti sigri í Sørvági, og tað sær svart út hjá 07 Vestur. Eftir framúr diagonalsending frá Súna Olsen tamdi Róaldur Jakobsen hegnisliga, áðrenn hann setti bóltin framvið málverjanum, og bara tveir minuttir seinni sendi Súni Olsen úr 22 metrum við rimmar frísparki bóltin í málið eina ferð aftrat.

 

25 min.

0-1

07 Vestur hevur ment seg nakað, og vágamenn hava havt okkurt gjøgnumbrot í borðunum, men higartil hevur tað ikki verið vandamikið.

 

15 min.

0-1

B36 er væl upplagt, og gestirnir hava verið greitt omaná.

 

0-1: Lukasz Cieslewicz 1.

Lukasz Cieslewicz skoraði longu tá ið 30 sekund vóru farin. Í fyrsta álopinum rann Lukasz seg leysan og sendi flatt skot inn í síðunetið aftanfyri Hans Jørgensen, sum verjir 07 Vestur málið.

 

07 Vestur-B36 kl. 16.00

Dómari: Alex Troleis

07 Vestur: Hans Jørgensen – Sjúrður Ellefsen, Tehe Aristidé, Kingsley, Ragnar Nattestad – Sølvi Egilsson, Jákup Sveinbjørn Olsen, Joseph Bassene, Eli F. Nielsen, Badara – Clayton Soares

B36: Meinhard Joensen – Atli Danielsen, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen – Heini í Skorini, Klæmint Matras, Súni Olsen, Róaldur Jakobsen – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

 

---

 

Liðugt!

3-3

 

90+3

3-3: Gert Hansen

Heimaliðið hevur javnað. Gert Hansen hevur við høvdinum sett bóltin í málið, eftir at horna varð sent innfyri.

Lítla løtu seinni hevði EB/Streymur aftur bóltin í málinum, men tá varð dømt fyri rangstøðu.

Satt drama við Margáir!

 

 

85 min.

2-3

Spentar støður hava verið í báðum endum. Geza Turi í Víkingamálinum hevur havt stóra bjarging eftir risa møguleika.

 

80 min.

2-3

Sama gongdin.

 

75 min.

2-3

Tað er framvegis sera intenst og spennandi,og tað hava seinastu løtuna verið fleiri spentar støður í brotsteigunum, uttan at mál er komið.

EB/Streymur spælir við størri ferð og tyngd nú, enn heimamenninir gjørdu í 1. hálvleiki. EB/Streymur leypir alt meiri á, og Víkingur leggur nógv meiri dent á at verja leiðsluna.

 

65 min.

2-3: Leif Niclasen

Eftir innkast í høgru tveitti Gert Hansen bóltin til Leif Niclasen,sum var illa ansaður, sneiddi seg leysan og setti bóltin í málið.

EB/Streymur spennir álopsbogan rættuliga nógv. Sorin Anghel er fluttur fram undir liðina á Arnbjørn Hansen, og tað líkist mest av øllum 4-2-4, tí Leif Niclasen og Hans Pauli Samuelsen eru álopsspælarar og ikki miðvallarar.

 

60 min.

1-3: Hans Jørgen Djurhuus 59.

Í løtuni sær tað ikki út til, at tað skal gerast so spennandi, sum tað sá út til. Hans Jørgen Djurhuus hevur heilfluktað bóltin í málið, eftir innlegg úr høgru frá Bárði Hansen.

 

56 min.

1-2: Hans Pauli Samuelsen 56.

Eftir at toppskjúttin hjá EB/Streymi Arnbjørn Hansen breyt ígjøgnum í vinstru, legði hann út frá til Hans Paula Samuelsen, sum setti bóltin í málið. Spenningur er komin í aftur!

 

50 min.

0-2: Hans Jørgen Djurhuus 50.

Víkingur hevur verið í álopi tað mesta av fyrstu løtuni eftir steðgin. Eftir fýra horna skoraði Hans Jørgen Djurhuus við fínum langskoti!

 

Hálvleikur

45 min.

0-1: Bárður Hansen 44.

Víkingur hevur leikliga verið oman á seinna partin av 1. hálvleiki, og stutt undan steðginum hava gestirnir lagt seg á odda. Høgri vongverjin smekkaði til nakað uttanvert brotsteigin eitt sindur í høgru, bólturin rakti í høvdið á einum av heimamonnunum, og so fór hann í netið aftanfyri René Tórgarð, sum var prísgivin, tá ið bólturin sigldi omanfyri hann.

 

30 min.

0-0

Talan er um gott fótbóltsspæl í góðveðrinum í Streymnesi, men tað hevur ikki eydnast liðunum at spæla seg til stórar málmøguleikar.

 

20 min.

0-0

Eftir at heimaliðið fyrstu løtuna var greitt omaná, hevur Víkingur fótað sær. Teir hava havt onkrar skotroyndir og okkurt innlegg í sambandi við hornaspark.

 

12 min.

0-0

Heimaliðið hevur verið nógv meiri ágangandi og bragdligari. Bestu royndina higartil hevur Hans Pauli Samuelsen havt. Bólturin brast á tvørtræið eftir langskot.

 

 

EB/Streymur-Víkingur kl. 16.00

Dómari: Lars Múller

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos – Sorin Anghel, Pauli G. Hansen, Daniel Udsen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Niclas Niclasen, Evrard Blé, Hans Jørgen Djurhuus – Sam Jacobsen, Páll Klettskarð

Pætur Dam Jacobsen hjá EB/Streymi er darvaður av skaða. Hann situr á beinkinum. Erling Jacobsen hjá Víkingi varð í gjár sagdur at vera so mikið skaðaplágaður, at hann ikki var førur fyri at spæla. Hann er í miðverjuni hjá Víkingi.

Víkingur hevur broytt spælskipan, nú Finnur Justinussen er leikbannaður. Undir liðini á Páll Klettskarð í álopinum er Sam Jacobsen.

---

 

Liðugt!

90 min

0-1

 

75 min.

0-1

 

65 min.

0-1

Tað gongur framvegis soleiðis, sum tað gjørdi undan steðginum.

 

Hálvleikur

45 min.

0-1

Heimaliðið hevur javt bóltin nógv, men tað er lítil broddur í hjá B68. Tá er meiri tyngd í álopinum hjá fuglfirðingum, sum eru skjótir í kontraálopum.

 

20 min.

0-1

Eftir at ÍF hevði lagt seg á odda, so kom B68 so við og við fyri seg. B68 hevur havt onkra roynd ímóti málinum hjá Jákupi Miikelsen, men higartil hevur tað ikki eydnast at skora.

 

5 min.

0-1: Dánjal á Lakjuni 2.

Fuglfirðingar eru væl upplagdir í góðveðrinum á Svangaskarði. Eftir at B68 misti á veg í álop, varð Dánjal á Lakjuni sendur avstað í høgru, og hann smekkaði við fínum skoti bóltin í málið aftanfyri Tórð Thomsen.

ÍF er sera ágangandi, meðan heimamenninir hava ilt við at fóta sær.

 

B68-ÍF kl. 16.00

Dómari: Dagfinn Forná

B68: Tórður Thomsen – Dánjal Pauli Højgaard, Christian Stokholm, Oddur Højgaard, Niklas Joensen – Jónleif Højgaard, Ndende , Jann Ingi Petersen, André Olsen, Remi Langgaard – Kristian Anton Andreasen

ÍF: Jákup Mikkelsen – Uni R. Petersen, Poul Ennigarð Bartal Eliasen, Jan Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni, Aleksandar Jovevic, Karl Løkin, Bogi Løkin, Nenad Saric – Andy Olsen

Hjá B68 sær liðið soleiðis út, sum tað kundi roknast við. Hjá ÍF er Chris Muomaife so mikið skaddur, at hann er ikki á dómaraseðlinum. Hetta er stórur smeitur fyri ÍF. Fuglfirðingar hava fyrr í ár vunnið 4-3 og 3-1 á B68. Chris Muomaife hevur skorað fýra av teimum sjey málunum hjá ÍF ímóti B68!

 

---

 

Liðugt!

90 min.

2-1

 

 

65 min.

1-2: Klæmint A. Olsen

Toppskjúttin hjá NSÍ hevur aftur verið upp á spæl. HB var á veg í álop, tá ið teir vóru steðgaðir. Miðverjin Jens Joensen legði langa sending fram um HB verjuna, og Klæmint A. Olsen var púra leysur, tá ið hann setti bóltin framvið Teiti Gestson.

 

Hálvleikur

1-1

 

40 min.

1-1: Hanus Thorleifsson

Eftir uppspæl í høgru legði Símun Samuelsen innfyri, og við handara stólpa stýrdi Hanus Thorleifsson bóltin í málið.

 

30 min.

1-0: Klæmint A. Olsen 27.

Heimaliðið hevur lagt seg á odda við Løkin í Runavík. Toppskjúttin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, hevur skorað, eftir at Einar T. Hansen eitt sindur úr vinstru hevði spælt hann leysan við langari sending.

HB hevur havt málmøguleikar, men sum so mangan fyrr í ár so hevur tað ikki eydnast meistarunum at vinna úrtøku.

 

20 min.

0-0

Fyrstu løtuna hevur tað hjá báðum pørtum verið meiri týdningarmikið at ansa eftir í verjuni heldur enn at leypa á.

 

NSÍ-HB kl. 16.00

Dómari: Rúni Gaardbo

NSÍ:

HB: