Ítróttardómstólurin staðfesti í fjør, at tey kundu viðgera málið um spæliloyvið hjá Eyðuni Højgaard, sum førdi til, at B36 varð dømt at tapa dyst í steypakappingini. Hinvegin helt B36 ikki ásettu tíðarfreistina, og tí varð máliðl ongantíð tikið upp til nýggja viðgerð.
Hetta framgongur av úrskurðinum um málið. Úrskurðurin kann lesast á heimasíðuni, www.isf.fo, og har framgongur eisini, at dómstólurin og FSF hava hvør sína fatan av, hvør leikluturin hjá dómstólinum skal vera.