Fyrr í dag vunnu tríggir favorittar. NSÍ vann á Skála, KÍ vann á Eiði, og HB vann í Gundadali ímóti Víkingi.
Undan hesum umfarinum var B36 oddalið, og B36 er eisini topplið eftir hetta umfarið. Í kvøld hevur B36 vunnið grannauppgerðina á Argjum 2-1. Síðstu løtuna pressaði AB fyri at javna, og heimaliðið vann sær tveir møguleikar, men Hans Jørgensen í B36 málinum var stinnur.
B36 og ikki minst Stefan Radosavljevic hevði risa møguleika at økja um leiðsluna, men tað endaði 2-1 til B36.
Bárður Olsen legði AB framum við frísparki úr 45 metrum. Tað var longu í 8. minutti. Seks minuttir seinni javnaði B36. Eftir fríspark og eitt sindur av aftur og fram datt bólturin fyri føturnar á Michal Przybylski, sum eitt sindur úr vinstru og úr tíggju metrum smekkaði bóltin í málið.
Lítla løtu eftir steðgin skoraði Brian Jakobsen sigursmálið. Árni Frederiksberg legði innfyri úr høgru, bóturin tók í tvørtræið og datt fyri føturnar á Briani Jakobsen, sum skoraði. Hann var í dag millum teir fyrstu ellivu eftir fleiri tær seinastu ferðirnar at hava verið á beinkinum.
-Tmað hevur stóran týdning at hava breiðan hóp. Brian hevur verið smáskaddur og hevur bíðað eftir møguleikanum. Hann tók av og umframt málið legði hann sera nógva orku í, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
AB spenti álopsbogan, men B36 vann, og B36 er topplið.
-Hetta var tætt og spennandi, og teir í AB vóru ógvuliga raskir. Okkara royndu at samanspæla, men tað vísti seg ofta at vera torført at vinna okkum í brotsteigin. Vit megnaðu ikki at økja um leiðsluna, og tí varð tað ikki heilt friður yvir okkara spæli. Bjarki Nielsen hevði risa møguleika at javna, men tíbetur bjargaði Hans Jørgensen, sigur B36 venjarin.
-Vit tóku ikki av, tá ið vit høvdu møguleikan at javna, og marginalarnir vóru ikki við okkum, tí vit kendu okkum eiga eitt ella tvey brotsspørk. Men B36 hevði onkran upplagdan møguleika, staðfestir Bárður Olsen hjá AB.
-Vit løgdu okkum framum, og tað var frustrerandi, at vit sviku í markeringini, tá ið teir javnaðu til 1-1 bara eina lítla løtu eftir, at vit høvdu javnað. Vit spældu væl fram til brotsteigin, men í brotsteiginum vóru vit ov tunnir, sigur Bárður Olsen hjá AB.
19. umfar
EB/Streymur – KÍ 0-1 (0-1)
0-1: Páll A. Klettskarð
ÍF – TB 1-1 (1-1)
0-1: Eirikur Magnusarson Ellendersen
1-1: Gundur Ellingsgaard
Skála – NSÍ 1-2 (0-1)
0-1: Klæmint A. Olsen
0-2: Klæmint A. Olsen
1-2: Heðin Klakstein
HB – Víkingur 3-1 (0-1)
0-1: Andreas Lava Olsen
1-1: Adrian Justinussen
2-1: Adrian Justinussen
3-1: Adrian Justinussen
AB – B36 1-2 (1-1)
1-0: Bárður Olsen
1-1: Michal Przybylski
1-2: Brian Jakobsen
B36 | 20 | 15 | 2 | 3 | 35 | 16 | 47 |
NSÍ | 19 | 14 | 3 | 2 | 50 | 20 | 45 |
KÍ | 19 | 13 | 3 | 3 | 41 | 15 | 42 |
HB | 20 | 12 | 5 | 3 | 51 | 19 | 41 |
Víkingur | 20 | 12 | 2 | 6 | 41 | 28 | 38 |
Skála | 20 | 8 | 1 | 11 | 23 | 25 | 25 |
TB | 20 | 5 | 4 | 11 | 17 | 37 | 19 |
AB | 20 | 3 | 2 | 15 | 21 | 52 | 11 |
EB/Streymur | 20 | 2 | 3 | 15 | 18 | 46 | 9 |
ÍF | 20 | 1 | 3 | 16 | 15 | 53 | 6 |
Sunnudagin 1. september
KÍ - HB
Víkingur - ÍF
NSÍ - EB/Streymur
B36 - Skála
TB - AB